Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjósan: Ársins ferðavinnufólk, Ársins nýbrot og Ársins eldsál

Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum, fríggjakvøldið, 19. november, vórðu  handað heiðursbrøv í ferðavinnuni:

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.
Sunniva Arge, sum hevur starvast í skjótt 30 ár á Hotel Hafni, sum fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:

“Hon er álitið sjálvt. Altíð til reiðar at hjálpa, eisini tá ið tað ikki er hennara uppgáva. Trúfesti hennara røkkur langt út um egið arbeiðspláss. Hon er altíð klár við eini hjálpandi hond til øll í ferðavinnuni. Hon dugir at síggja tað stóru myndina og virðið av samstarvi í vinnuni. Øll kenna hana, og øll ringja til hana. Hon er arbeiðssom sum fáur. Hon hevur ongantíð frí og heldur ikki feriu uttan teldu. Hon góðtekur ikki órøkjuskap, og tað fáa fólk at vita uppá hennara máta. Hetta verður góðtikið, tí at í roynd og veru er hon ein inspiratión og fyrimynd fyri øll rundan um seg.”

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
Tað var Norröna, sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Í svartastu kreppu í ferðavinnuni vístu tey dirvi. Hóast eingi ferðafólk sluppu til Føroya, fóru tey í holt við stórar broytingar fyri at røkka nýggjum málbólkum og at lyfta góðskustøði. Hon var eingin ársungi longur, so ábøtur kravdust. Talan bleiv tó um eitt fullkomið hamskifti og eina heilt nýggja útsjónd. Hon vaks í vavi, og íløgan var stór. Í eini myrkari tíð var hetta eitt ljóspunkt, sum varskógvaði álit á framtíðina og dirvið at seta nýggjar og stórar ætlanir út í kortið og stevna móti tí ókenda.”

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Tummas Láadal á Hotel Føroyum var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:

“Vit kenna hann øll. Trúfastur, álítandi og hjálpsamur. Hann stýrir sítt øki við fastari hond. Við dugnasemi meðan alt hurlar rundan um hann. Hann er eygað í ódnini. Hann hevur verið við til at byggja upp eina tænastuvinnu, og hann hevur als ikki lagt frá sær. Hann heldur fram at finna uppá, laga til og stremba eftir tí lýtaleysa avrikinum. Hegnisliga stendur hann á odda fyri einum tiltaki fyri og øðrum eftir. Hann hevur tendrað mangan neista og er ein sonn eldsál.”

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar.