Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjósan: Ársins ferðavinnufólk, Ársins nýbrot og Ársins eldsál

Á Ferðavinnustevnuni á Panorama á Hotel Hafnia, leygarkvøldið, vórðu í kvøld handað heiðursbrøv í ferðavinnuni:

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.
Tórstein Christiansen frá GreenGate Incoming fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:

“Altíð til dystin fús. Tænastusinnaður og jaligur hevur Tórstein við drívmegi og eldhuga flutt føroyska ferðavinnu fram á leið. Hann hálar manga ráðstevnu til landið. Hann samskipaði sólarmyrkingina fyrimyndarliga og er eitt gott umboð fyri føroyska ferðavinnu úti í heimi. Heppin eru vit at hava Tórstein í ferðavinnuni.”

Jóhanna Rasmussen frá Gist & Vist og Kinga Eysturland frá Eysturland Sp/f vóru eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv.

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Tað var KOKS, sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Tey gera tað ómøguliga møguligt og bróta síðani aftur upp úr nýggjum. Tey hava dirvi at fara út um vanligu bøgarðarnar og tora at verða nýhugsandi í mun til staðseting. Tey taka støði í tí staðbundna og siðbundna, samstundis sum tey ganga á odda og slóða fyri. KOKS er ein varði, eitt flaggskip og eitt nýbrot í føroyskari matstovuvinnu.”

Guide to Faroe Islands og Føroya Grótvirki vóru eisini í uppskoti til hetta heiðursbræv.

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Halda Juul Olsen frá HK-Bussum, var við hesum orðum vald ársins eldsál:

“Ótroyttiliga fær hon endarnar at røkka saman. Um ikki tað er á skrivstovuni, so er tað handan róðrið. Hon ferðast trúgv til hvørja ráðstevnu, er framsøkin og altíð til taks. Fakligi stoltleikin skarar framúr, og Halda og hennara starvsstað eru við til at lyfta og menna ferðavinnuna við at bjóða útferðir alt árið.”

Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.