Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjølbro

Tað er spennandi at lesa bókina, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um Kjølbro.

Evnið er sjálvandi takksamt. Tað er ein veldug søga, sum her verður søgd. Vit hoyra um unga bygdadrongin, sum fer til verka og byggir upp Føroya størsta virki. Hann gjørdi sína heimbygd til vinnulivsdepilin, sum bar av øllum í landi okkara.

Tað, vit fáa í hesi bók, er ein nágreinlig frágreiðing um tað, sum var tí manni fyri, sum fekk so stóran týdning fyri sína bygd og fyri alt okkara land.

Hann kom ikki til búgv og skorin klæði. Faðirin átti 9 gyllin av óðalsjørð, og sjálvt um tað var gott ískoyti til húsarhaldið, var tað ikki nógv at liva av. Men bæði foreldrini vóru sera arbeiðssom, og tey kláraðu seg væl. Jógvan hevði tað hepni at hava góðar lærarar í barnaskúlanum, og serliga kom lærarinna hansara, Anna Debes, at fáa stóran týdning, tí hon dugdi so framúr væl at læra børnini at rokna. Børnini sótu í skúlanum eftir sum tey dugdu, og frá Jógvan var tólv, sat hann fremst.

Fyrstu fimmoyruni í tímaløn fekk hann fyri at arbeiða fisk um tólv ára aldur. Sjóhug hevði hann ikki. Honum dámdi væl at lesa, men ikki slapp hann at læra til lærara, sum hann hevði hug til, so á sekstanda ári fór hann til Faktorin, stóra handilsmannin í bygdini, Johan Christian Djurhuus, og spurdi um hann kundi fáa arbeiði í handlinum. Tveir dagar seinni fekk hann at vita, at hann kundi byrja. Faktorurin hevur uttan iva fingið váttan fyri, at talan var um ein sera gávuríkan drong. Hann kom at dáma Jógvan so væl, at hann í 1908 gav honum farloyvi við løn at fara til Keypmannahavnar á 4-mánaða skeið á einum góðum handilsskúla.

Alla sína tíð dugdi Jógvan væl at velja sær dugnalig fólk at samstarva við. Tað týdningarmesta valið í so máta er sjálvandi konan, og har var hann sanniliga heppin. Karin Biskopstø varð fødd í húsunum sum Nólsoyar Páll bygdi í sínari tíð. Áðrenn tey giftust í 1909 var hon komin so langt á síni yrkisleið í handilsvinnuni, at hon, saman við hundrað øðrum føroyingum, árið fyri hevði verið á einari stórari landbúnaðarmessu í Aarhus. At fáa eina konu, sum var so fullkøn í handli, var ein ómetalig styrki hjá einum manni, sum hevði í huga at fara undir egið handilsvirki.

Hetta virki fóru tey undir í 1912, og restin er søga!

Tað er hesa søgu, sum Óli greiðir so ótrúliga væl frá í bók síni. Her eru øll framstigini lýst, hvussu handilin vaks, hvussu fiskavirkingin vant upp á seg og hvussu skip komu til lands við gyltum fongi. Men bakkastini eru ikki burturkávaði. Hvussu ræðuligt tað var, tá skip gingu burtur við stórum mannskaða. Hetta vóru lemjandi sløg, sum ikki bert fíggjarliga rakti fyritøkuna meint, men eisini voldi Jógvani miklan trega, tí teir, sum fingu váta grøv, vóru jú vinir og samstarvsfelagar gjøgnum mong ár.

Eitt, sum væl verður greitt frá í bókini, er rættiliga ókent fyri teimum flestu í dag, og tað er at handilin fyrst í tretivunum gjørdi pengar. Nú er hetta algongt, tí tað gera allir bankar í dag við at lata upphæddir flyta millum konti. Tá var hetta mest sum eitt brotsverk. Men sum greitt verður frá, so var hetta bara ein einfaldur háttur at flyta løn til tey sum arbeiddu í virkinum. Í staðin fyri at fáa at vita á kvøldi, hvat ið tey høvdu fingið inn á kontuna fyri dagsverk sítt, fingu tey aluminiumspetti, sum tey kundu keypa fyri í handlunum hjá Kjølbro dagin eftir. Hetta var arbeiðssparandi og var væl dámt manna millum, men myndugleikarnir støðgaðu hesi smidligu loysn.

Kjølbro var altíð frammi við nýggjum hugskotum, og dugdi at seta tey í verk hóast onnur ikki hildu tað bera til. Hann var treiskur og helt upp á sítt. Hetta var hansara stóra styrki í nógv ár. Men tá hann fór at eldast, kom júst hesin eginleiki hansara at gera fyritøkuni skaða. Summar avgerðir vísti seg sum frá leið at vera skeivar, soleiðis at raksturin gav hall. Skuldin vaks og neyðugt var at fáa nýggja fígging, sum kom frá danska tjóðbankanum. Av hesum ávum hevði hann ikki nógva beinleiðis ávirkan á raksturin síni síðstu ár. Men fyritøkan hevði gott støði á at standa, fótaði sær og er framvegis ein týdningarmikil partur av føroyska vinnulívinum.

Lutverkið hjá Kjølbro var tí at vera slóðarin mikli. Hann tók nógvar rættar avgerðir, sum alt okkara land framvegis hevur nógv gagn av. Virkið hjá honum hevði tørv á nógvum arbeiðsfúsum hondum. Óli vísir á, at sjálvt undir stóru kreppuni í fimmtiárunum, tá nógvir menn aðrastaðni fóru at sigla við norðmonnum og íslendingum, var so nógv arbeiði í Klaksvík, at tað bert vóru fáir norðoyingar, sum fóru við teimum.

Kjølbro var fyrsti útgerðarmaður í Føroyum, sum veruliga fekk trolararakstur at bera seg. Vit hava ilt við at ímynda okkum, hvussu tað hevði staðið til í landi okkara, um vit ikki høvdu havt slíkar menn, sum dugdu at lofta tøkniligum framstigum av so stórum týdningi fyri okkum.

Hann var tó ikki einoygdur teknokratur, tí hann endurnýggjaði eisini útróðrarflotan í Klaksvík, samstundis sum hesin í tretivunum varð niðurraðfestur aðrastaðni í Føroyum. Hetta kom at fáa alstóran týdning undir heimsbardaganum, tá grunnarnir fingu frið fyri útlendskum trolarum, og hesir útróðrarbátar fiskaðu so nógv, at føroyska samfelagið fekk alstóra inntøku burturúr.

Bókin er væl úr hondum greidd prentlistarliga. Myndirnar eru nógvar og áhugaverdar, og best av øllum er, at navnayvirlitið er fyrimyndarligt, so henda bók kann nýtast sum ein handbók hjá teimum, sum vilja fáa nakað at vita um nýggjaru søgu Føroya. Bókin fer at vera kærkomin hjá skúlanæmingum, ikki bert í Norðoyggjum, men um allar Føroyar.

Óli Jacobsen hevur megnað tann setning, sum hann hevur átikið sær, og hevur reist Jógvani Fríðrikki Kjølbro, sum hevur gjørt landi og fólki so nógv gagn, ein bæriligan minnisvarða.

Zakarias Wang


Óli Jacobsen
Kjølbro 
lív og virki

Egið forlag

ISBN 978-99918-3-456-6