
Kjaksendingar um almenna arbeiðsmarknaðin á Rás 2
Komandi tveir mikudagarnar vera kjaksendingar á Rás 2 um almenna arbeiðsmarknaðin. Í hvørjari sending verður kjak um trý evni millum umboð fyri allar politisku flokkarnar. Dánjal Højgaard er vertur.
Hvat er ein góður skattapolitikkur? Hví veksur ójavnin í samfelagnum, og kunnu
vit venda gongdini? Og hvussu tryggja vit okkum, at vit hava
eftirlønarskipanir, ið eru haldførar og rættvísar? Hetta
eru tey trý evnini, sum Fakfelagssamstarvið, spyr umboð fyri politisku
flokkarnar um komandi mikudag kl. 15:00 – 17:00 á Rás 2.
Ivast tú í, hvørjum tú skal atkvøða fyri, ella kundi tú bara hugsað tær at
fingið skil á, hvat politisku flokkarnir reint faktiskt meina og ætla at gera –
so er endiliga at lurta.
Evnini verða:
Lønir og løntakarar
Mikudagin 19. august kl. 15:00 – 17:00
- Eftirløn
- Ójavnin í samfelagnum
- Fordeiling/skattapolitikkur
Vælferð og tað almenna
Mikudagin 26. August kl. 15:00 – 17:00
- Effektivisering og tað almenna
- Privatisering og útveiting
- Sálarligt arbeiðsumhvørvi