Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjakfundur: Hvussu fer fólkaskúlin at síggja út um 5 ár?

Verða skúlar lagdir saman til størri eindir? Fara allir skúlar at hava forskúla? Fara námsfrøðingar at arbeiða í skúlunum? Fara vit at hava ein talgildan skula? Hvussu verður við bygdaskúlunum?  Fer happing at hoyra eini farnari tíð til?


Í sambandi við løgtingsvalið skipar Heim og Skúli fyri kjakfundi í auluni hjá Námsvísindadeildini og Skúlanum á Fløtum, Frælsið 20,  mánakvøldið 17. august kl. 19. Evnið er framtíðar fólkaskúlin í Føroyum.


Hvat kunnu vit foreldur, børn okkara, lærarar, námsfrøðingar og annars samfelagið sum heild vænta okkum av broytingum á fólkaskúlaøkinum í komandi samgonguskeiði. Verður fólkaskúlin eitt av aðalmálunum hjá komandi samgongu ella fer fólkaskúlin at standa í skugganum av øðrum málum, sum vit hoyra politisku valevnini brúka nógva orku uppá í valstríðnum.


Vit hava boðið tveimum umboðum fyri hvønn flokk at koma at greiða frá , hvussu tey og teirra flokkur hugsa at raðfesta og skipa fólkaskúlan komandi árini í mun til mennandi læruumhvørvi, undirvísingartilfar, næminga- og starvsfólkatrivnað, útbúgving og eftirútbúgving av lærarum.   

Vit vóna og vænta, at allir flokkar verða umboðaðir.


Fundurin verður skipaður við tveimum umførum við einum uppleggi á 3 minuttir fyri hvønn flokk. Síðani fáa valevnini høvi at svara uppfylgjandi spurningum frá orðstýrara. Síðani verður kjak við møguleika fyri at seta valevnunum spurningar ella at gera viðmerkingar. 


Ætlan okkara við fundinum er at fáa sett fólkaskúlan á politisku skránna og at fáa eitt gott kjak við tey fólk, sum koma at hava evstu ábyrgd av fólkaskúlanum komandi 4 árini. Heitt verður tí á øll skúlaáhugaði um at møta fjølment.