Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjak kyknað um FarGen verkætlanina

Seinastu vikurnar hevur verið alment kjak um FarGen verkætlanina, sum arbeitt hevur verið við síðani 2008. Kjakið kyknaði av álvara í februar á ráðstevnu um etikk og genomkanningar. Ætlanin við FarGen er at kortleggja arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum ynskja at vera við í verkætlanini. Tilfarið skal síðani brúkast til sjúkuviðgerð og –fyribyrging og til gransking.

Í februar bjóðaðu Ílegusavnið og Heilsumálaráðið til almenna ráðstevnu við heitinum “Etikkur og genomkanningar. Ráðstevna um etisk ivamál í mun til viðgerð, gransking og kunning til borgaran um genomkanningar” Undir yvirskriftini: “Hvat halda vit í Føroyum um genomkanningar og etiskar tvístøður? Hvat vilja vit?” hildu fleiri serfrøðingar upplegg. Aftaná var pallborðsorðaskifti og kjak.

Endamálið við ráðstevnini var m.a. at varpa ljós á evni, sum eru aktuel í sambandi við FarGen verkætlanina. Á ráðstevnuni vóru ymsir spurningar settir leiðsluni fyri FarGen. Síðani hava fleiri av hesum spurningum eisini verið settir fram alment.

Formliga loyvið ikki komið enn

Áðrenn verkætlanin FarGen kann fara undir kortlegging av ílegum føroyinga, so skal verkætlanin hava loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini. Mannagongdin er, at leiðslan fyri FarGen søkir Vísíndasiðsemisnevndina um loyvi til at gera eitt ávíst arbeiði. Hetta arbeiðið skal vera neyvt lýst, so til ber at hava vissu fyri, at arbeiðið er í tráð við galdandi lóggávu: http://www.logir.fo/foldb/ano/1999/0000862.htm

FarGen hevur søkt Vísindasiðsemisnevndina um loyvi, men umsóknin var ikki gingin á møti. Arbeitt verður nú við eini endurskoðaðari verkætlanarlýsing og umsókn, sum skal sendast Vísindasiðsemisnevndini aftur til viðgerðar.