Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kjaftfiskurin: Tjóðveldi sakk sum steinurin

Tann heilt stóri taparin á valinum leygardagin, var Tjóðveldi. Tó at formaðurin, Høgni Hoydal, fekk 1.051 persónligar atkvøður, var úrslitið bara ein staðfesting av, at maðurin er á veg út úr føroyskum politikki við fullari ferð.

Hetta sama kom eisini greitt til sjóndar á fólkatingsvalinum. Tjóðveldi hevur í dag onki til felags við gamla hugsjónarliga støði. Nú var arbeiðarafjøldin slept upp á fjall. Tey veiku og sjúku hava ongan góðan, og flokkurin hevur fingið sær eitt nýtt barn at elska – nevniliga akademikaran.

Nevndi á Facebook leygardagin, at eg møtti einum ungum journalisti á Landsbókasavninum, sum segði seg leita eftir vinstravonginum. Bað hann leita í lummaulluni hjá Fólkaflokkinum, tí har hevði Tjóðveldi og javnaðarflokkurin ligið leingið.

Í valstríðnum varð eisini lagt hart út við krakka, sloyfu og jakkapolitikkinum. Akademiska herdeildin við gomlum reyðgardistum og omfl´arum, hingu á pelunum, og vóru drigin fram, sum einastu sannleikaorakul. Ikki at gloyma teir, sum plagdu at ganga við Arafat-snorklútum um hálsin, og tosa um tjóðskaparfrælsi, brodd og dirvi, sum tey ikki kenna mun á.

Men taka vit Heina O. Heinesen, burturúr, so aktaðu valevnini hjá Tjóðveldi væl í mun til tey hjá javnaðarflokkinum, og hesi valevnir høvdu eisini eina toskatrúgv uppá, at tað, sum svimir í havinum ikki ber landinum uppi, men heldur tað, sum svimur millum oyruni á akademiska herliðnum, ið er nýggja reina rásan hjá flokkinum.

Tey kalla tað vitanarsamfelagið.

Eina løtu sá tað út til, at Tjóðveldi fekk bara fimm fólk í løgtingið – fimm akademikarar, og øll úr Havn, men so broyttist myndin nakað. Flokkurin fekk eitt tingfólk aftrat, so hann endaði við at missa Norðoyggjar og Eysturoynna, men vinna eitt umboð á Sandi, og eitt í Suðuroy. Restin av akademikarunum endaðu so í Havnini.

Men Tjóðveldi fekk sínar akademikarar, men prísurin var høgur. Flokkurin fekk seks tingfólk , og tað ringasta løgtingsval í manna minnir, og eina afturgongd uppá 5 prosent var av tí sama eisini veruleiki.

Flokkurin vil hava tjóðarfrælsi, men noktar at javnseta føroyingar við danir, tá talan er um talu- og pressufrælsi, sum bara merkir, at flokkurin gongur inn fyri fjølmiðlasensuri.

Vit leggja merki til, at annars kompetenta Annita á Fríðriksmørk, ikki varð vald, men tað bleiv mammusa hjá Trulluni heldur ikki.

Tjóðveldi sakk sum steinurin um hálsin á akademiska skriviborðsreypinum, men tað gjørdi formaðurin so eisini.

Dan Klein, blaðstjóri