Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KJ Hydraulik: Bygginummar 37 handað

Seinnapartin í gjár handaði KJ Hydraulik á Kambsdali tvíkiljuna Skarðsvík til alisamtakið Bakkafrost. Handanin fór fram í havnini í Fuglafirði. 

Skarðsvík er tann fjórði og seinasti aliarbeiðsbáturin í eini røð av fýra til stóru alifyritøkuna, og tann 21. tvíkiljan tilsamans, sum KJ hevur latið Bakkafrosti. 

Báturin skal brúkast sum aliarbeiðsbátur í norðurøkinum hjá Bakkafrosti og er við sínum 14 x 7 metrum hin størsti báturin í hesari røðini, og eisini hin størsti, sum KJ byggir. Hinir tríggir eru ein metur styttri – 13 x 6 metrar. Kostnaðurin fyri allar fýra tvíkiljurnar er umleið 20 milliónir krónur.

Bakkafrost eigur til samans einar 50 alibátar í ymsum støddum og skapum, men Jón Purkhús, alileiðari fyri Norðurøkið hjá Bakkafrost, sigur, at tað ikki bara er orsakað av alski til alt føroyskt, at fyritøkan hevur keypt so nógvar alibátar frá júst KJ.

“Vit keypa ikki føroyskt fyri einhvønn prís, men vit vilja keypa føroyskt, tá vøran er kappingarfør í bæði prísi og dygd. Vit kanna alla tíðina prísirnar bæði her heima og úti og heima, og higartil hevur tað verið lætt at valt, tí bæði prísur og dygd er best hjá KJ, og tað er eisini galdandi fyri allar hinar føroysku fyritøkurnar, vit keypa frá. Tvíkiljurnar frá KJ kunnu samanberast við ein seigan og sterkan traktor av tí gamla slagnum. Teir eru bæði sjógóðir, treystir, sterkir og stúttir. Tað er eisini avgerandi fyri, at vit kunnu hava so sverar greiðir umborð”, sigur Jón Purkhús.

Skarðsvík hevur ein 40 tons krana, eitt 10 tons spæl og tríggjar spælkoppar, so hann klárar væl og virðiliga alt arbeiði á sjónum í sambandi við aliingar og nótir.

Tvíkiljusmíðið er vorðið ein týðandi táttur í virkseminum hjá KJ. Fyrr gjørdi fyritøkan sjálv alt byggiarbeiðið í sambandi við tvíkiljurnar, men hesi seinastu árini hevur ein skipasmiðja í Lepaia í Letlandi gjørt alt tað grova stál- og aluminiumsarbeiðið, tí tað gekk so striltið at fáa sveisarar í Føroyum. KJ eigur tó alt konseptið, og tá skrokkarnir eru komnir til Føroya, ger fyritøkan á Kambsdali restina av arbeiðnum svarandi til umleið 85 prosent av samlaða kostnaðinum.

KJ byggir eisini aliarbeiðsbátar til hinar føroysku alifyritøkurnar, og bygginummar 38, sum er av somu stødd sum Skarðsvík, er bílagdur av Marine Harvest í Føroyum.

“Tíbetur gongur tað so væl í føroysku alivinnuni, at vit alla tíðina hava ein eftirspurning her heima. Tá útlendskur peningur kom uppí føroysku alivinnuna, óttaðust summi, at alt virksemið rundan um alivirksemið fór at flyta av landinum. Men hjá KJ kunnu vit staðfesta, at tað er ikki hent – tvørturímóti, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.

Umframt tvíkiljurnar byggir fyritøkan at kalla allar aliringarnar til føroysku alivinnuna.

Men tað er ikki bara heimamarknaðurin, ið hevur boð eftir aliútgerð frá fyritøkuni á Kambsdali. Fýra tvíkiljur eru bygdar til Íslands, og KJ hevur júst gjørt sáttmála um at byggja eina tvíkilju til skotsku alifyritøkuna Cook Aquaculture umframt aliringar fyri 5-6 milliónir krónur til alifyritøkuna Grieg Scotland.

“Vónandi kunnu vit av álvara fáa fótafesti á útlendska alimarknaðinum, tí vit hava longu prógvað, at vit eru kappingarførir í prísi og ikki minni, tá tað snýr seg um dygd”, sigur Ólavur Asafsson Olsen.

KJ Hydraulik – ella bara KJ, sum fyritøkan fyri tað mesta nevnir seg nú – byrjaði sum ein vanlig smiðja í 1978, men hevur við árunum ment seg til eina stóra maskinsmiðju og maskinsølu. Útvið 100 fólk starvast í dag í fyritøkuni, harav tey 20 eru lærlingar.

Umframt til alingina er fyritøkan ein stórur veitari til føroysku fiskivinnuna bæði á sjógvi og á landi, men sølan av motorum, maskinlutun og allari hugsandi útgerð innan smiðuarbeiði er ein alsamt vaksandi partur av virkseminum.

Hjá KJ leggja tey tó dent á, at hóast fyritøkan í dag oftast er frammi í ljósinum í sambandi við stórar verkætlanir, so er ongin uppgáva ov lítil fyri tey – tað ber enn til at koma til KJ at fáa eitt gevind skorið í eitt rør ella bara fyri at keypa nakrar skrúvur.