Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kiwanis longu selt øll jólatrøini

Nógv bendir á, at stóra hysteríið um skriðdjór, sum fjølmiðlarnir borðreiddu við í fjør í sambandi við jølatrø, er hasað av aftur. Føroyingar hava aftur tikið natúrligu granntrøini til sín, ístaðin fyri at keypa sær plastikktrø.

Kiwanis Tórshavn, sum arbeiðir fyri útsettum børnum og barnafamiljum, og árliga letur fleiri hundrað túsund krónur um árið til vælgerandi endamál, hevur longu nú selt øll jólatrøini í ár.

Sostatt bendir nógv á, at stóra erkvisnið viðvíkjandi skriðdjórum, sum tók seg upp í fjølmiðlunum í fjør, er hasað av aftur. Fólk hava tikið sera væl ímóti jólasøluni í ár, og Kiwanis Tórshavn hevur longu nú tríggjar dagar fyri jól, selt øll trøini.

Kiwanis hevur seinnu árini latið fleiri milliónir krónur til góðgerandi endamál í Føroyum. Í 2013 rindaði Kiwanis stívar 300.000 krónur til slík endamál. Hetta millum annað takkað veri jólatræssøluni.

Tey, sum stuðla Kiwanis við at keypa eitt jólatrø í desember og somuleiðis lutaseðlar undan og á Ólavsøku, stuðla børnum og barnafamiljum eins og øðrum treingjandi, sum hava hjálp fyri neyðini.

Kiwanis Tórshavn vil fegin senda eina serstaka tøkk til Sjónleikarhúsið í Havn, sum hevur givið felagsskapinum loyvi til at nýta parkeringsplássið aftan fyri húsið, at hýsa jólatræssøluni. Tað eru vit sera takksom fyri. 

Somuleiðis vil Kiwanis nýta høvið at ynskja øllum føroyingum úti og heima eini Gleðilig Jól og Gott Nýggjar og takkar hjartaliga fyri stuðulin við at keypa jólatræið frá góðgerandi felagsskapinum.

Vinarliga 

Kiwanis 
Tórshavn