KIU summargestur hjá Undirlívsbólkinum
Tíðindaskriv: Í juni kemur KIU, sum er undirlívsbólkur undir Kræftens Bekæmpelse, at vitja Undirlívsbólkin hjá Krabbameinsfelagnum. Vitjanin verður 3.-8. juni, og verða tær tíggju í tali, sum koma hendan vegin.
KIU (Kræft i underlivet)skipar á hvørjum ári í Danmark fyri ráðstevnu við viðkomandi fyrilestrum, og plaga umboð fyri føroyska Undirlívsbólkin at luttaka. Umframt viðkomandi kunning um krabbamein, er á hesum ráðstevnum eisini høvi hjá luttakarunum, at tosa saman og býta sínámillum royndir og vitan um krabbamein í undirlívi. Ráðstevnurnar eru kveikjandi og týðandi íblástur til arbeiðið hjá Undirlívsbólkinum her heima.
Kvinnurnar í KIU hava í ár gjørt av at leggja leiðina til Føroya á kunningarferð. Dagarnir verða nýttir til at uppliva Føroyar við útferðum ymsastaðni og til at vera saman við kvinnum úr Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum, har bólkarnir báðir fara at samskifta um felags áhugamál, samstarv og royndir.
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum er málgagn hjá og arbeiðir fyri áhugamálunum hjá kvinnum við undirlívskrabba. Bólkurin skipar javnan fyri kunnandi átøkum og hugnakvøldum. Samstarvið við eitt nú danska KIU er av stórum týdningi fyri virksemið hjá Undirlívsbólkinum.