Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kirkjugarðurin verður nú útbygdur

Fríggjadagin undirskrivaðu Zacharias Jacobsen, stjóri á Konsax, og Annika Olsen, borgarstjóri, sáttmálan um fyrsta byggistig av útbyggingini av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
 
Samlaða økið, sum er tøkt til víðkan av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, er á leið 33.000 fermetrar. Fyrsta byggistig fevnir um eitt øki á 11.000 fermetrar. Talið á gravum í hesum fyrsta byggistiginum er 1.234.
 
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitinum um avgrevstur av bleytum tilfari, boring og spreinging, javning av botni og uppfylling og planering fyri gravstøðum við gøtum, kloakk, drenskipan, regnvatnsarbeiði og el- og gøtuljósarbeiði.
 
Eisini verður vegurin í Vika dagførdur, Hetta arbeiðið umfatar allan avgrevstur, spreinging, uppfylling, planering, asfaltering og kantsteinar, umframt gøtuljós og avvatning.
 
Fyrsta byggistig er boðið soleiðis út, at arbeiðstakarin átekur sær at gera alt byggistigið, tó yvir eitt longri tíðarskeið, soleiðis at nøktandi tal av gravum er tøkt, tá tørvur er á teimum.
 
Tað er alneyðugt at arbeiðið at víðka kirkjugarðin fer í gongd í ár. Býráðið játtaði tí 16. mai neyðuga peningin til arbeiðið, og arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión.
 
Lisitatiónin var 16. juni og Spf. Consax átti lægsta boðið - slakar 14 miljónir uttan mvg. Býráðið játtaði einmælt at taka av tilboðnum tann 20. juni í ár.
 
Nevnast kann, at Consax eisini hevur staðið fyri at gera arbeiðið við nýggja kirkjugarðinum í Hoyvík, eitt arbeiði, sum hevur gingið sera skjótt og væl.
 
Arbeiðið við fyrsta byggistigi av útbyggingini av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin fer í gongd beint eftir ólavsøku.