Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KIRKJUGARÐURIN Í KALDBAK VÍGDUR

Rættiligur hátíðardámur var í Kaldbak fyrrapartin, leygardagin, tá ið Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, vígdi nýggja kirkjugarðin og Heðin Mortensen, borgarstjóri, síðani lat kaldbaksfólki garðin.

Sum siður er, tá ið kirkjugarðar verða vígdir, legði prestur fyri við at syngja ein sálm og um somu tíð ganga eina ferð kring kirkjugarðin saman við samkomuni.

Eftir at kirkjugarðurin varð vígdur, helt Heðin Mortensen røðu, og síðani varð farið í kirkjuna, har Kristiliga sangkórið sang nakrar sangir. Hanus Joensen stjórnaði kórinum. At enda var kaffi og kaka at fáa í skúlanum.

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin helt, tá ið hann lat kaldbaksfólki nýggja kirkjugarðin.

--- o ---

Góðu kaldbaksfólk, góðu tit øll, sum higar eru komin til bygda í dag.


Fyri nøkrum døgum síðani vóru 180 ár síðani, at Struer prestur vígdi Kaldbaks kirkju. Hetta var níggjunda sunnudag eftir Trinitats, tann 16. august í 1835. Og her stendur hon framvegis sum ein av vakrastu kirkjum í landinum.

Men kirkjugarður hevur verið her nógv longur enn so.

Páll Petersen, fyrrverandi býráðslimur, reisti málið um nýggjan kirkjugarð í mai mánaði í 2000. Kalbaksnevndin samtykti og sendi málið til býarskipanarnevndina um at gera uppskot til staðseting.

Páll sigur í skrivi tá, at sambært kirkjubókunum í Kaldbak vóru grivin 56 fólk í tíðarskeiðinum frá 1757 til 1816. Frá 1816 til 1878 er einki uppskrivað, men frá 1878 til 2000 eru grivin 174. Tað vísir seg eisini at grivið er tvær til tríggjar ferðir omanyvir í støðum, og Páll helt tá, at hetta mátti broytast, tí annars máttu fólk til Havnar at verða grivin.

Á borgarafundi í Kaldbak fyri fleiri árum síðani greiddi táverandi landsantikvarurin, Arni Thorsteinsson, frá, at kirkjugarður hevur verið á staðnum, sum kirkjan stendur, í eini 400 ár.

Kirkjurnar hava staðið á staðnum, sum tann vakra Kaldbaks kirkja stendur í dag. Henda eindin, við kirkjuni og kirkjugarðinum uttanum, er ein sera vøkur mynd og er í dag friðað.

Kaldbak er ein av fleiri bygdum, har kirkjugarður og kirkja hava verið saman, hetta var helst tað vanliga um tað mundið fyrst í 19. øld. Við tíðini verða garðarnir ov smáir, sjálvt um mold verður breidd omaná og grivið verður av nýggjum.

Tankin tykist kanska vakur, tað at beinini liggja saman á einum stað, tí tá komið er hartil, tá eru vit øll líka. Eisini krevur tað minni pláss og er ódýrari í longdini.

Men tíðir broytast og nú er ynskiligt, at hvør fær sín serstaka matrikul, ið tryggjar, at bland ikki kemur í. Fleiri bygdir hava í dag kirkjugarðar, ið liggja burturfrá kirkjuni, og tann gamli siðurin at fylgja líki til gongu er við at hvørva.

Síðani 1878 eru øll, ið jarðað eru í Kaldbak, skrivað inn í jarðarferðarbókina. Jórun á Smið gjørdi eitt dygdargott arbeiði at kanna gomlu jarðarferðarbókina, og royndi at staðfesta, hvar tey ymisku vóru jarðað.

Tann fyrsta í bókini er Margrethe Pouls Datter, fattiglem, 66 ára gomul. 10 ár seinni eru 14 grivin og soleiðis er mynstrið, 14. til 19. hvørt 10’unda ár, og í dag er talið 180 aftaná 135 ár.

--- --- ---

Nýggi garðurin er gjørdur eftir gomlum siði, laðaður úr hagagróti og ringskapaður. Víddin á garðinum er 1075 m2, og pláss er fyri 88 gravum.

Verandi gamli kirkjugarðurin er eisini avrundaður.

Fleiri av teimum nýggjaru kirkjugørðunum eru fýrkantaðir, stoyptir og málaðir betonggarðar.

Ymiskar staðsetingar hava verið í uppskoti. Fyrst at byggja uppí eystureftir, tó tað varð ov nær við sjógvin. Síðani vestureftir fram við vegnum oman á Bíggjarstøð, har sum parkering nú er.

Á fundi við kirkjuráðið fyri Kaldbaks kirkju mánadagin 22. september 2008 varð umrøtt at staðseta kirkjugarðin eystan fyri verandi kirkjugarð á matr. nr. 22a, omanvert gøtuna, ið gongur yvir á bryggjuna á innara Víkartanga. Tað varð tó hildið at vera ov nær bygdavegnum og møguligari breiðkan av honum.

Verandi staðseting varð samtykt av øllum nevndum, tí staðbundnu og býráðsnevndum. Her á miðjari leið í tí vakra bønum millum tey bæði støðini, jarðarferðirnar ganga, Kaldbaks Kirkju og samkomuhúsinum Nazareth, var mett at vera hóskandi staðseting til nýggjan kirkjugarð í Kaldbak.

So varð farið til verka at fáa lendið til vega og keypa, at útvega loyvi frá friðingarmyndugleikunum og Føroya Stifti, og at broyta byggisamtyktina fyri økið, og at fáa byggiloyvi til kirkjugarðin.

Hann er tann fyrsti av sínum slag sum hevur fingið byggiloyvi. Økið var ogn Búnaðargrunnsins, og festari var Bíggjarhagi.

Arbeiðið varð boðið út og var besta boðið frá Sp/f við Sjógv í Kollafirðið, umleið 1,9 miljónir, og farið var til verka á heysti í fjør.

El og vatn er lagt inní í garðin. Vøkru grótlaðingina hevur Andrias (Dia) Jacobsen í Leynum greitt úr hondum.

Vit fegnast um hetta vakra verk og ikki minst eisini tað arbeiði, sum gjørt er við at hugna í økinum.

Fari at takka Theodor Eli Dam Olsen, presti, fyri góð og innihaldsrík orð. Kristiliga sangkórinum fyri kórsang á staðnum og í kirkjuni. Mikael Jacobæus og Tóra í Hoyvík, sum hava teknað og staðið fyri frá okkara teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu.

Ein sera góður heystdagur, má sigast. Takk fyri dygdar arbeiði, øll somul.

Hervið verður nýggi kirkjugarðurin latin kaldbaksfólki.

Takk fyri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri