Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KIM, ÓLI, ELIN OG MARGRETHA FINGU HEIÐURSLØNIRNAR

Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavna býráð vórðu latnar hósdagin á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Kim Simonsen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Óla Olsen, Elin á Rógvi fekk ársins barnamentanarheiðursløn, og virðislønina fyri mentanaravrik fekk Margreta Næss.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verður í ár latin Kim Simonsen fyri yrkingasavnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at savnið er ein listalig heild, har yrkingarnar hava vítt útsýni landafrøðiliga og millumtekstliga.

“Tíð, stað og rúmd eru í upp¬loysn, deyðin treytar lívsins natúrligu og endaleysu ringrás, har spurningur verður settur við, hvørji spor einstaklingurin og hvør einstøk vera seta í fleir¬milliarda livitíð jarðarinnar.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr.

Elin á Rógvi fær barnamentanarheiðurslønina

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014 verður latin Elini á Rógvi. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at Elin hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barnamál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megnar hon at tvinna ymsar listagreinar – dans, sang.

“Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barnamentanarpallin við barnabókini Og mamma. Málið er livandi og skemtiligt, og bókin kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hevur hon skrivað leikin Sangur í mjørka við íblástri úr ritverki Hans Andriasar Djurhuus. Hesin leikur viðger eins og bókin týðandi temu og tilveruspurningar.”

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs er 35.000 kr.

Virðislønir til træskipasmíð og ljóðbókagerð

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fer í ár til Óla Olsen fyri fyri bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð frá 2013. Í grundgeving sínari sigur nevndin, at bókin er ein spennandi heimur at leita inn í – ein heimur, sum er horvin, men sum nú hevur fingið ein minnisvarða.

“At smíða skip var týðandi táttur í menningini av føroyska samfelagnum undanfarnu øldirnar. Í bókini greiðir Óli hegnisliga frá hesum sermerkta handverki, og træskipasmiðir kring alt landið verða lýstir á livandi hátt.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2014 latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skrivaða føroyska orðið yvir í tað talaða. Nevndin sigur, at Margreta við sínum slóðbrótandi arbeiði innan ljóðbókaframleiðslu hevur givið teimum, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møguleika at ogna sær kunnleika og fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum.

“Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóðbókaframleiðsluna og soleiðis virkað fyri, at øll kunnu brúka ljóðbøkur javnbjóðis við aðrar tekstmiðlar.”

Virðislønir M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir og mentanaravrik eru 35.000 kr. hvør.

Grundgevingarnar

Grundgevingarnar frá nevndunum í sambandi við M.A. Jacobsens virðislønir og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2014

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verður latin Kim Simonsen fyri yrkinga-savnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013.

Orð, myndir og uppseting skapa eina listaliga heild, sum lýsir tilverugrundarlagið hjá yrkjaraegnum. Ferðir seta dám á yrkingarnar eins og kærleikssorg, keðsemi, tilvild og fjøltátt-aða lívfrøðiliga grundarlagið. Hetta eru óundansleppandi megir í lívinum, ið mynda menniskjuna og tilvitið.

Yrkingarnar eru álvarsamar og hava vítt útsýni landafrøðiliga og millumtekstliga. Tíð, stað og rúmd eru í upploysn, deyðin treytar lívsins natúrligu og endaleysu ringrás, har spurningur verður settur við, hvørji spor einstaklingurin og hvør einstøk vera seta í fleirmilliarda livitíð jarðarinnar.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014 verður latin Elini á Rógvi.

Elin á Rógvi hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barnamál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megnar hon at tvinna ymsar listagreinar – dans, sang, skaldskap, sjónleik og upplestur, so at heilskapað verk koma burturúr.

Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barnamentanarpallin við barnabókini Og mamma. Málið er livandi og skemtiligt, og bókin kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hevur hon skrivað leikin Sangur í mjørka við íblástri úr ritverki Hans Andriasar Djurhuus. Hesin leikur viðger eins og bókin týðandi temu og tilveruspurningar. Elin á Rógvi hevur við sínum rúgvusmikla og viðkomandi arbeiði sýnt, at hon spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2014

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2014 verður latin Óla Olsen fyri bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð frá 2013.

At smíða skip var týðandi táttur í menningini av føroyska samfelagnum undanfarnu øldirnar. Í bókini greiðir Óli hegnisliga frá hesum sermerkta handverki, og træskipasmiðir kring alt landið verða lýstir á livandi hátt. Til hetta verkið hevur Óli skrásett motorbátar, sum vórðu smíðaðir í Føroyum, og søgan um nógvar av teimum gevur áhugaverda mynd av lívstreytum og liviumstøðum í 20. øld. Umframt tekstin gera nógvu frálíku myndirnar og nærlagda uppsetingin bókina til ein spennandi heim at leita inn í – ein heim, sum er horvin, men sum nú hevur fingið ein minnisvarða.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2014

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2014 verður latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skrivaða føroyska orðið yvir í tað talaða. Við hesum slóðbrótandi arbeiði hevur hon givið teimum, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møguleika at ogna sær kunnleika og fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum. Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóðbókaframleiðsluna og soleiðis virkað fyri, at øll kunnu brúka ljóðbøkur javnbjóðis við aðrar tekstmiðlar.