Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kiasmos í skerdari útgávu

Onnur helvtin av techno duo’ini Kiasmos hevur fingið forfall, og framførir bólkurin tí í eini skerdari live útgávu. 

Flogfarið hjá íslendska liminum í Kiasmos Ólafi Arnalds av Tegel flogvøllinum í Berlin til Keypmannahavn varð avlýst, og tí sleppur hann ikki til Føroya í nóg góðari tíð, til at kunna framføra í kvøld.

Bólkurin spælir tó, men tað verður einans Janus Rasmussen, ið verður á palli. Kiasmos hava tó fleiri ferð áður framført við bert øðrum liminum á palli. Tá tekur annar limurin sær eisini av partinum hjá hinum, og soleiðis verður eisini í kvøld.

Í eini heilsan til G! gestirnar sigur Ólafur Arnalds:

”Tíanverri varð mín flogferð úr Berlin avlýst, og tí sleppi eg ikki til Føroyar at spæla á G! Festivalinum í kvøld. Eg eri ordiliga keddur av hesum, serliga tí ein av fyrstu framførslunum hjá Kiasmos var á G! í 2010, og eg gleddi meg veruliga aftur at sleppa at spæla fyri okkara frálíku grannum. Men Janus fer at rokka uttan meg í kvøld, og okkara manning verður har, og tryggjar, at einki manglar. Hugnið tykkum í kvøld, og lovið mær, at tit fara at gera Janus glaðan í kvøld”

Hini útlendsku nøvnini Jamie Woon, You Dig? og Barren Earth fara tó á pall við fullari manning í dag. Finsku tungmálmsrisarnir komu til Føroyar í gjár, meðan Jamie Woon og You Dig? komu til Vágarnar fyri eini løtu síðan.