Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KFUM skótarnir í Leirvík 50 ár

Í sambandi við at 5.mai 2012 eru 50 ár liðin síðan KFUM skótarnir í Leirvík - Leirvíks Páll vórustovnaðir, skipa skótarnir fyri hesum tiltøkum í Leirvík, har øll eru hjartaligavælkomin.

Fríggjadagin 4. mai:

Gudstænasta íLeirvíkar kirkju kl. 11.00, har skótarnir skipa fyri og luttaka við upplestri,sangi og tónleiki. Øll eru vælkomin!

Leygardagin 5. mai:

Familjudagur: Kl. 10.00 til 16.00verður almennur familjudagur í Limmilund. Har verður m.a. høvi at royna ymisktskóta virksemi, kappingar, postarenning, matgerð og mangt annað spennandi,stuttligt og áhugavert fyri alla familjuna. Øll eru vælkomin!

Veitsla íBygdarhúsinum: Seinni um kvøldið verður stór almenn veitsla íBygdarhúsinum, har skótarnir skipa fyri. Á skránni verður m.a. skemt, sangirog ymiskt annað undirhald, 50 áraafturhvarv, røður og mangt annað. Vit bjóða eisini suppu, drekkamunn og køkurafturvið. Veitslan í Bygdarhúsinumbyrjar kl. 19.00!

KFUM-skótarnir í Leirvík

www.leirvikspall.fo

KFUM-skótarnir í Leirvík, Leirvíks Páll, erustovnaðir 5. mai 1962. Teir byrjaðu arbeiðið í gomlu losjuni, og hildu til har ínøkur ár. Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsið inntil snikkaravirkið áToftanesi varð keypt og umbygt til skótahús í 1977. Í 1982 komu gentur eisiniuppí KFUM-skótarnar, sum annars bara høvdu havt dreingir.

KFUM-skótarnirí Leirvík er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møtagleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala tildugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgdog at virða onnur fólkasløg.

Endamálið er grundað á grundreglurBaden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnumskiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi ogøðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og viðsjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.

KFUM-skótarnir í Leirvík havaumleið 80 limir, frá 1.flokki og uppeftir, harav eru 15 virknir leiðarar.Umframt at samla børn og ung hvørja viku í skótahúsinum til ymist skótavirksemi,skipa skótarnir eisini fyri legum, gongutúrum og øðrum frítíðarvirksemi ínáttúruni.

Skótarnir hava í nógv ár skipað fyri ymiskum tiltøkum íkommununi, so sum flaggdagshaldi og kondibingo flaggdagin, tá ið jólatræiðverður tendrað í kommununi í desember mánaði, nýggjárshaldi, familjutiltøkumv.m.

Søgan um skótarnar í Leirvík er ein partur í bókini: "Leirvíkarbygdarsøga - Bind 2", ið Martin Fjallstein hevur skrivað. Martin var sjálvur einav stovnarunum av skótaarbeiðinum í Leirvík 1962. Søgan um skótarnar í Leirvíker sera væl greinað við nógvum myndum og fyllir nógv í bókini