Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Keypa ella selja - opið bræv til mentamálaráðharran

Skúlastýrið fyri Venjingarskúlan hevur síðani ársskiftið samskift við avvarðandi myndugleikar um at fáa eina neyðuga og virðiliga loysn á hølisumstøðunum hjá Venjingarskúlanum. Karmarnir eru í pørtum av skúlanum út av lagi vánaligir, aðrastaðni ikki meira enn næst best og uttanumøki er sera óhóskandi og óinspirerandi sum skúlagarður. Enn hava vit einki ítøkiligt frætt um langtíðarloysn og ikki tað minsta sindrið er gjørt bráðfeingis fyri at bøta um skúlan ella uttanumøkið.

Venjingarskúlin er einasti fólkaskúli í landinum, har tað almenna og ein kommuna í felag varða av bygningunum. Ábyrgdarbýtið er 60% til landið og 40% til kommununa fyri skúlan, sum liggur á Frælsinum saman við Læraraskúlanum. Smáu skúlarnar við Landavegin varðar kommunan 100% av.

Søgan hevur prógvað, at hetta deilda ábyrgdarbýtið er ein vánalig loysn. Skipanin hevur nærum innbygdar trupulleikar, ið beinleiðis forða fyri, at neyðugar ábøtur verða gjørdar. Úrslitið er ein forsømdur og niðurslitin skúli, sum má antin má høvuðsumvælast ella má flytast í nýggj hølir. Hetta kemur at kosta øllum pørtum munandi meira, enn um skúlin varð hildin javnt viðlíka yvir tíð.

Skúlastýrið hevur bæði frá Mentamálaráðnum og frá Tórshavnar Kommunu fingið váttað, at partarnir eru púra samdir í, at farast má frá støðuni við deildum ábyrgdarbýti, ongantíð ov skjótt. Hóast øll eru sára samd, hava vit einki frætt um, hvønn veg tað ber.

Vit kunnu ikki góðtaka, at børnini á Venjingarskúlanum skulu vera verri fyri enn onnur børn í somu kommunu, orsakað av handlingslammilsi ella ósemju millum land og kommunu.

Tað er Mentamálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av skúlunum í Føroyum. Mentamálaráðið hevur vegna tað almenna ábyrgd av 60% av Venjingarskúlanum. Landsstýrismaðin situr tí við lyklinum til at seta gongd á uppsteðgaða málið – lykilin er eitt ja ella nei svar. Vit fara við hesum at heita á Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um at taka støðu til og alment boða frá, hvørt Mentamálaráðið vil keypa ella selja Venjingarskúlan.

Foreldra- og starvsfólkaumboð í Skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan

Annika Sølvará

Magnus Tausen

Mona N. Steintún

Kristjan Petersen