Mynd: Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur.
Helge Lund, sum í mong ár hevur verið kendur í altjóða vinnulívi, vitjaði herfyri løgmann í Tinganesi.
Helge Lund, sum í mong ár hevur verið kendur í altjóða vinnulívi, vitjaði herfyri løgmann í Tinganesi.
Kendur vinnulívsmaður vitjaði í Tinganesi
Løgmaður og Helge Lund brúktu eina løtu at umrøða veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Helge Lund hevur sum nevndarformaður staði á odda fyri strategisku ætlanunum hjá BP, “Net zero by 2050,” um hvussu felagið fer at umleggja sítt virksemi til grønar orkukeldur.
Løgmaður nýtti eisini høvið at takka fyri vælvild og gott samstarv við Novo Nordisk, har Helge Lund er nevndarformaður. Novo Nordisk Grunnurin hevur gjørt samstarvsavtalu við landsstýrið um eina komandi føroyska diabetesmiðstøð.
Umframt nevndarformanssessirnar í Novo Nordisk og BP er norski Helge Lund eisini nevndarlimur í føroyska vinnufelagnum Tjaldur. Hann er millum annað fyrrverandi stjóri í Statoil (í dag Equinor) og BG Group (British Gas).