Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ken Hensley í Sólorku

Í Easy Livin’-vikuni í heyst kemur Ken Hensley at vitja Sólorku í Suðurspania. 31. oktober fáa gestirnir hjá Sólorku eitt óvanligt kvøld saman við legendariska oddamanninum í Uriah Heep í vøkru pálmalundini í grannalagnum.

Ken Hensley, sum skrivaði bæði Easy Livin’ og nógv onnur hit, fer at greiða frá lívi og yrkisleið síni. Hann fer eisini at hava eina serliga konsert. Hetta verður ein solo-framførsla, har Hensley syngur og spælir guitara og klaver - tey bæði ljóðførini, sum allir fjeppararnir kenna hann fyri.

Hóast hendan hugnaløtan 31. oktober varir í einar tveir tímar, er talan um eitt eksklusivt og intimt tiltak, sum bert er fyri sólorku-gestir. 

Meira fæst at vita á heimasíðuni www.solorka.com