Kekkiskir mentanardagar í Føroyum
LØGMANSSKRIVSTOVAN: Kekkiski varasendiharrin í Keypmannahavn, harra Jiří Borcel, vitjar í næstum í Føroyum. Í hesum sambandi skipar kekkiska sendistovan i Keypmannahavn í samstarvi við Uttanríkistænastuna í Løgmansskrivstovuni fyri kekkiskum mentanardøgum í tíðarskeiðinum 11. til 18. mai. Samstarvað verður við Runavíkar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Norðurlandahúsið, Fróðskaparsetrið og Østrøms Fabrikk um eina røð av forkunnugum tiltøkum.
Mentanardagarnir byrja sunnudagin 13. mai við eini framsýning á Østrøms Fabrikk við myndum, ið lýsa grønlendskar og samiskar frumsøgur og sagnir. Tað eru kekkisku listamenninir Martin Velíšek og Luboš Drtina, ið hava gjørt myndirnar til týðingarnar av sagnum hjá Knud Rasmussen og Knud Qvigstad, ið kekkiski sendiharrin í Keypmannahavn, Zdeněk Lyčka, hevur týtt til kekkiskt.
Harumframt verður framsýning við vøkrum knipplingum hjá kekkisku listahandverkskvinnuni Janu Novak. Jana Novak, ið er fødd í Kekkia, men búsitandi í Danmark, hevur skrivað fleiri enn 20 bøkur um knipplingar og hevur hildið fyrilestrar og verkstovur í stórum parti av heiminum.
Jana Novak fer í sambandi við mentanardagarnar at hava verkstovur bæði í Runavík og í Klaksvík, har høvi verður at síggja knipplingar av alskyns slag og at læra um handverkið.
Mánadagin 14. mai letur myndaframsýning hjá kekkisku listakvinnuni Renátu Fučíková upp á Býarbókasavninum. Renáta Fučíková hevur myndprýtt eina røð av barnabókum og hevur í hesum sambandi vunnið fleiri virðislønir. Framsýningin á Býarbókasavninum vísir vøkru og sermerktu myndirnar hjá Renátu Fučíková av kinesiskum fólkaævintýrum og ævintýrum hjá H. C. Andersen.
Kekkar eru kendir fyri filmslist og føroyingar fáa í sambandi við mentanardagarnar høvi at síggja nakrar kekkiskar filmsperlur í Norðurlandahúsinum, m.a. Oscar virðislønta filmin Kolya. Eisini verður ein kekkiskur filmsdagur fyri børn á Býarbókasavninum.
Tveir fyrilestrar eru á skránni, ein í Løkshøll og ein á Fróðskaparsetrinum. Í báðum førum er tað kekkiski varasendiharrin, Jiří Borcel , ið heldur fyrilestur við evninum Kekkiska lýðveldið við serligum atliti at sonevndu Floyalskollveltingini og teimum broytingum, ið fóru fram í sambandi við, at Berlinmúrurin fall. Aftaná fyrilestur verður dokumentarfilmurin POWER OF THE POWERLESS sýndur, ið lýsir politisku rembingarnar í Kekkia frá 1960’unum fram til Floyalskollveltingina í 1989.
Saman við fyrilestrinum í Løkshøll verður ein forvitnislig framsýning av tólv støðum í Kekkia, sum UNESCO hevur kosið sum serlig øki. Framsýningin fer eftir hetta til Klaksvíkar, har hon verður at síggja í Býráðshøllini frá 15. mai.
Skráin er at finna við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=10768&PID=10768&NewsID=4490&Action=1