Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KBH lægsta boð til depil fyri fjølbrekað

BYGGING: Lisistatión hevur verið á Landsverki í dag í sambandi við bygging av Depli í Runavík fyri fjølbrekað børn. Byggivirkið KBH á Toftum eigur lægsta boð.

Fýra tilboð vóru komin inn, tá lisitatión varð hildin í sambandi við, at ein depil skal byggjast í Runavík fyri børn við fjølbreki.

Lægsta tilboð eigur Sp/f Byggivirkið KBH, sum ljóðar á 15.083.090 krónur. Næstlægstir eru Sp/f TN-Bygging við 15.996.840 krónum, og síðani koma P/f Articon við 17.949.462 krónum og Sp/f Búsetur við 19.365.924 krónum.

Øll tilboðini liggja undir kostnaðarmetingini, sum er 20.065.950 krónur.

Tað er arkitektafyritøkan, Kontrast, ið hevur teknað bygningin. Ráðgevarar fyri konstruktión og el eru LBF, meðan tað fyri HVS eru P/f Sofus M. Jakobsen.

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.