Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Katrin Jacobsen 25 ár á Skúlatannlæknastovuni

Hósdagin 28. juni 2012 varð móttøka í Barnatannlæknastovuni hjá Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at Katrin Jacobsen hevur starvast har í 25 ár.

Katrin Jacobsen byrjaði í starvi sum klinikkassistentur á Barnatannlæknastovuni 15. august 1987, og rundar sostatt í ár sín 25-ára starvsdag.

Hetta varð hátíðarhildið við móttøku á Skúlatannlæknastovuni har fitt av fólki varð savnað til at heilsa upp á og ynskja Katrin tillukku og bestu eydnu á víðari yrkisleiðini.

Bogi á Steig, tannlæknaleiðari, bar fram nøkur góð orð til Katrin, somuleiðis bar borgarstjórin, Gunvá við Keldu, fram eina heilsan og handaði Katrin eina gávu og blómutyssi frá býráðnum.

Framúr stabilt arbeiðspláss

Í røðu sínari kom Gunvá við Keldu, borgarstjóri, eitt nú inn á, hvussu framúr stabil Skúlatannlæknastovan hevur verið og er sum arbeiðspláss.

- Eg havi sagt tað fyrr, og tað má endurtakast í dag, at tað finnast neyvan nógv arbeiðspláss, sum hava ein slíkan stabilitet sum tykkara arbeiðspláss, tí her hava so at siga øll starvsfólkini verið rættiliga leingi í starvi, segði borgarstjórin og nevndi síðan verandi starvsfólk, harav fleiri byrjaðu í sjeytiárunum.

- Slík hagtøl siga sína egnu søgu, sum ber boð um stabilitet, trúfesti og trivnað – alt dygdir, sum eru verd at hava og varðveita. Eingin ivi er um, at tað hevði verið gott fyri okkara samfelag, um vit á fleiri øðrum økjum høvdu havt líka góðan stabilitet og samanhald.

Á odda í arbeiðnum at betra tannheilsu

Borgarstjórin kom síðan inn á, hvussu kommunala Skúlatannlæknastovan, ið varð sett á stovn í 1975, undir leiðslu av Boga á Steig, tannlæknaleiðara, hevur gingið á odda at víðka og betra um tænastuna og harvið at styrkja tannheilsuna hjá uppvaksandi ættarliðnum. Ein menning, ið er so týðandi fyri heilsu og vælveru hjá tí fólki, sum her býr, og sum er vaksin upp her á staðnum.

- At kommunan lat upp egna tannlæknastovu var ein broyting, sum vit í dag kunnu fegnast um, tí úrslitini av tykkara miðvísa arbeiði eru ómetaliga sjónlig og góð, og tað kemur sanniliga ikki av ongum og er heldur ikki komið eftir einum degi, segði Gunvá millum annað.

- Tá ið Skúlatannlæknastovan byrjaði, fevndi hendan skipanin bert um næmingarnar í 1. til 7. flokk, men trý ár seinni varð tænastan víðkað til at fevna um allar skúlaflokkar í fólkaskúlanum, frá 1. til 10. flokk.

- Í 1993 varð enn eitt stig tikið framá fyri tannheilsuna hjá børnunum her í økinum, tá ið Skúlatannlæknastovan, sum ein tann fyrsta í landinum, enn einaferð víðkaði sínar tænastur til eisini at fevna um børn undir skúlaaldri.

Katrin gjørt eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði

Ein partur av hesi menningini var at gera eitt størri fyribyrgjandi arbeiði, heldur enn bert at umvæla tenn, tá ið skaðin er hendur. Setanin av tannarøktara í 1986 var ein týðandi liður í hesum, og í 1987 byrjaði Katrin Jacobsen í starvi sum klinikk-assistentur.

- Og júst innan tað fyribyrgjandi arbeiðið hevur Katrin nevniliga havt ein týðandi leiklut her á Skúlatannlæknastovuni og við at vitja út í barnagarðarnar og skúlaflokkarnar at skráseta, hvussu reinar ella skitnar tenninar eru, og at læra tey at busta tenn.

- Her hevur leikluturin hjá Katrin ikki minst verið sjónligur, og har hennara góðu eginleikar eru komnir til sín rætt. Ein mamma fortaldi mær, at dóttirin ein dagin kom heim og sang so hjartaliga: “Busta tenn! Busta tenn! Tað sigur Katrin Jacobsen!”. Ein slíkur sangur sigur heldur ikki so lítið um tykkara eldhuga fyri tannheilsuni hjá okkara børnum og ikki minst um ta útstráling, sum tú, Katrin, hevur og brúkar so væl.

- Bogi hevur sagt, at gongdin við tannheilsuni hjá børn¬unum broyttist munandi hesi árini, tá ið hetta fyribyrgjandi arbeiðið byrjaði, og tey seinastu 10-15 árini hevur hon verið rættiliga positiv.

- Sum borgarstjóri og vegna býráðið fegnist eg stórliga saman við tykkum um tey flottu úrslit, tit hava nátt við at betra um tannheilsuna hjá børnunum. Tað kemur ikki av ongum. Her liggur ein sterkur vilji, ein miðvís ætlan og ein eldhugi aftanfyri, staðfesti Gunvá við Keldu, borgarstjóri.