Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kastreraður kristindómur?

Sjálvt annars góðu morgunlestrarnir verða líðandi fongdur við tí høgravendu religiøsu boðanini: Frelstur við trúgv. Gerningar hava onki at siga.

Men er tað so einkult? Er sannur kristindómur litblindur og líkaglaður um framdar verða óndar ella góðar gerðir ? Og er tað satt, at tú kanst hava Kristus í skjøldrinum og samstundis hava Fanan til ráðgeva í tínum dagliga virki og at enda sleppa væl frá tí? Tí her gongur tað strálandi.

Eitt er, at góðar gerðir í sjálvum sær ikki kunnu byggja nakran himmalstiga, men óndar gerðir spretta so ikki úr kristnum sinnalagi. Tvørturímóti. Jákup - bróður Jesus - skrivar, at trúgv uttan gerningar er eins deyð og eitt likam uttan anda. Tað skuldi verið til at skilt.

Hægsta boðið, ið Meistarin sjálvur hevur givið okkum, er, at vit skulu elska Guð..., og at vit skulu elska næstan, eins og vit elska okkum sjálvi. Tað er ikki nøkur áheitan, men eini boð - og ikki sum onnur boð, men tey hægstu. Her er heldur einki at taka feil av. Sjálvandi feila vit øll, men munur er á at feila, og at gera óndar gerningar við beráddum huga, øðrum til skaða. Als eingin ivi kann vera um, at Kristi læra er, at vit eiga at gera góðar gerningar, hóast høgrareligiøs siga nakað annað, tí tey vilja nakað annað. Tæna tveimum Harrum?

Í líknilsinum um hin miskunnsama samáriubúgvan greiddi Meistarin frá, hvussu samáriubúgvin (sum jødar annars hildu lítið um) hjálpti tí yvirfalna, meðan teir religiøsu hildu seg til boð, ið forðaðu fyri ,at teir kundu hjálpa. Spyrjarin, sum vil hava at vita, hvør ið hansara næsti er, finnur sjálvur út av, at tað var hann, ið gjørdi miskunnarverk ímóti honum, ið fallin var í ránsmannahendur, og fær so boðini frá Jesusi: Far tú og ger so við. Sólaklárt hvørjar gerningar Jesus vil hava framdar, og at góðir gerningar hava alstóran týdning. Sjálvandi. Hvør kann ikki taka undir við tí? At gerningar einki skulu hava upp á seg tænir bert egocentrikarum í legitimering av teirra fremjan av illgerðum.

Annars stendur m.a. eisini skrivað um, tá menniskjasonurin kemur aftur, at Hann skal skilja alt fólkið sundur nøkur høgrumegin og hini vinstrumegin og síðani talar hann til tey, ið standa høgrumegin og sigur, at hesu skulu arva ríkið. Tí hann var svangur og tey høvdu givið honum at eta, hann var tystur, og tey høvdu givið honum at drekka, hann hevði verið ókunnigur, men tey høvdu hýst honum, hann hevði verið nakin, men tey høvdu givið honum klæðir, og hann hevði verið í fangahúsi, og har høvdu tey funnið hann.

Og tá tey spyrja hann um, nær tey hava gjørt alt hetta, sigur Hann, at so satt tey hava gjørt tað móti einum av hesum hansara minstu, so hava tit gjørt tað móti honum.

Síðan fáa tey, ið standa vinstrumegin, somu gjøgnumgongd, men tey hava í ongan føri gjørt góðar gerningar. Tey verða dømd burtur frá Guði til æviga revsing, meðan hini fyrru skulu uppliva ævigt lív saman við Honum. -

Kann tað sigast tíðiligari, enn tað verður sagt av Jesusi her og í kærleiksboðunum. Sigur tú framvegis, at gerningar hava einki at siga, so avnoktar tú tað, ið Jesus sigur. Men tað hevur tú loyvi til, tí tað er upp til hvønn einstakan at trúgva tí, ein trýr.

Sjálvur haldi eg tað vera sera hugstoytt og harmuligt, at so mong høgrareligiøs brúka kristnar lótur sum camuflagu fyri lættari at fremja kúgan og eyðræning. Tey 'smáu' fáa á hendan hátt ringt við at verja seg og mugu tí ofta noyðast við molarnar av rika mansins borðið. Keðiligt. Eg var svangur.................................................Hvat skal tað enda við?

Dagfinnur Danbjørg.