Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkivmynd.

Karlamagnusarbreyt og donsk ráðgeving

Nú fær Tórshavnar kommuna tað afturlønt í gráum kálvskinni, at teir hava latið donskum ráðgevandi fyritøkum milliónir fyri at oyðileggja Karlamagnusarbreyt.

Hetta var ikki tað vit ímyndaðu okkum, tá vit fluttu kommunumarkið, so markatalsbygdin Hoyvík gjørdist partur av Tórshavnar kommunu. Tá fekk kommunan eitt herligt lendi har til bar at byggja ein heilan bý um farið var fram við skili.

Hevði kommunan fingið føroyskar ráðgevandi fyritøkur til at lagt sær lag á, so hevði ligið væl fyri. Hví var tað ikki gjørt?

Orsøkin er einføld. Tá heimastýrisskipanin kom í lag fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin heimastýrislógina samtykta við at lova Sjálvstýrinum at yvirtaka tey sermál sum vóru nevnd í heimastýrislógini. Men Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin royndust orðloysingar. Teir hopaðu undan og yvirtóku eitt nú hvørki heilsuverkið ella løgregluna so vit nú síggja okkara journalistar í KVF gera sær fyri skommum við at tosa danskt við høgu harrar sínar.

Undanførsla javnaðar- og sambandsmanna var at vit ikki høvdu ráð. Tá Sjálvstýri í 1963 fekk sjálvstýrislandsstýrið í lag, var ein kanning gjørd, sum vísti, at um javnaðarmenn og sambandsmenn høvdu kravt eins nógv inn her sum danir løgdu á seg sjálvar, so høvdu vit havt ráð til at yvirtaka øll sermál og enntá ta donsku sjóverjuna, og høvdu havt so stórt avlop omaná, at vit høvdu kunna verið skuldaleys. Men sambandsmenn og javnaðarmenn vildu heldur, at vit høvdu lægri skatt enn í Danmark. Undanførsla teirra var at tey fátæku í Føroyum ikki høvdu ráð til at gjalda hægri skatt.

Henda lygn var skjótt avdúkað. Tað vísir seg, at javnaðar- og sambandsmenn, fíggjaðir av donskum stuðli, hava fingið eina skipan í lag, har teir lægru inntøkubólkarnir í Føroyum hava hægri skattatrýst enn teir samsvarandi inntøkubólkarnir í Danmark. Hetta er eitt hart slag fyri Javnaðarflokkin, tí hann sigur seg eitast at vera verji teirra veiku í okkara samfelag. Veruleikin er, at Javvnaðarflokkurin  saman við Sambandsflokkinum er akkersfesti fyri, at tey veikastu í okkara landi eru harðari skattaði enn samsvarandi bólkar tí landi, sum rindar hallið av teirra vanstýri. Afturat hesum kemur at hesir flokkar eisini forða fyri, at veitingar til okkara veikastu eru eins høgar og í Danmark.

Men fyri at geva Danmark nakað afturfyri hjálpina var tað, at teir bjóðaðu donskum ráðgevingafyritøkum milliónir fyri at geva kommunum okkara óráð.

Tað er hetta sum vit síggja úrslitini av á Karlamagnusarbreyt. Menn sum ikki hava verið her uttan onkran summardag, seta strikur á eitt kort, skriva stórar rokningar og stinga av. Teir síggjast ikki aftur tá vetraródnirnar leika í millum húsini. Eingi føroysk ráðgevingarfeløg kundu ímyndað sær at borið seg so ljótt at.

Men vit hava so sanniliga eisini aðrar ringar royndir.

Vit stríðast við eina fjarhitaskipan sum eyðrænir brúkararnar og skrivar stórar rokningar til tey, sum eru tvangsinnløgd til at vera uppií. Hetta er tí, at danskar ráðgevingafyritøkur komu higar og søgdu at vit skuldu gera eins og í Danmark, men ikki tóku fyrilit fyri tí føroyska veruleikanum. Eitt er tað at tað har er lætt at grava veitir at leggja rør í. Annað er tað, at í Danmark er el-framleiðslan í dampkraftverkum, sum skulu koyra dag og nátt alt árið. Har liggur væl fyri at samstarva við brennistøðir um fjarhita. Men her er el-framleiðslan mest í vatnorkuverkum. Tá tey av turki ella frosti ikki kunnu framleiða nóg mikið, hava vit motorar til at taka, men teir standa stillir, tá tørvur ikki er á teimum. Skulu vit hava fjarhita frá hesum motorverkum, noyðast vit tí ofta at brenna olju fyri at tað skal vera inniverandi. Fyri viðskiftafólkini hevði tað tí loyst seg betri at brent oljuna heima við hús. Men hetta er so prísurin, sum hesi neyðars fólk við fjarkuldaskipanini noyðast at gjalda fyri vanstýrið hjá javnaðar- og sambandsmonnum.

Serfrøðingar halda, at Tórshavnar kommuna rindar útlendskum konsulentum yvir 10 milliónir um árið. Tað rætta hevði verið, at tað vóru einir 20-30 føroyingar, sum fingu hesa upphædd. So kundu teir sett á stovn ráðgevandi fyritøkur, sum við royndunum í Føroyum kundu bjóða upp á verkætlanir uttanlands, tí tann sum klárar seg undir okkara harðbalnu umstøðum, kann sjálvandi standa seg væl í kappingini um allan heim. Hetta hava føroyingar sum eru farnir uttanlands ofta prógvað.

Tað kommunan hevur brúk fyri, er einum sterkum Sjálvstýri, sum kann seta donsku leigusveinarnar skák og mát.

Sjálvstýri stillar upp til kommunuvalið fyri at tey, sum vilja hava góðar føroyskar loysnir kunnu sleppa framat. Vit hava eitt gott land. Vit hava nógv dugnalig fólk. Vit vilja leggja soleiðis til rættis, at hesi sleppa at gera lít í fosturlandinum.

Zakarias Wang