Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Karin Hammer frá sum skúlastjóri

Tann 22. februar 2013 hevði Karin Hammer sín seinasta arbeiðsdag sum skúlastjóri í Kollafjarðar skúla. ** Karin hevur arbeitt í skúlanum síðani 1980. Karin Hammer varð sett sum fyrstilærari tann 1. apríl 1997 og frá 1.august 2007 sum skúlastjóri.

1980 vóru lærararnir 8 og næmingatalið 109 , í dag eru 16 lærarar og næmingatalið er 135. Skúlin er nógv broyttur hesi árini. Í 2005 kom 8. flokkur, í desember sama ár varð flutt inn í um- og útbygda skúlan, og árið eftir kom eisini 9. flokkur at ganga í skúlanum.

- Árini meðan um- og útbyggingin fór fram, vóru rættiliga rokalig, og tað var avgjørt ikki lætt at hava undirvísing undir tílíkum umstøðum, men við lagaligheit gongur tað mesta, og ein part av byggitíðini helt skúlin so til í fleiri ymsum hølum, - í Bygdarhúsinum, í Skótahúsinum, á Royndarstøðini og í Skúlanum í Norðradali, greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá á samkomu í Kollafirði.

- Hóast Karin hevur valt at gevast á arbeiðsmarknaðinum nú, kundi hon verið skúlastjóri í fleiri ár aftrat. Hetta er ikki tí, at hon ikki hevur trivist væl her millum tykkum starvsfólk og næmingar í skúlanum, men fyri hana er hetta so løtan, hon hevur valt at fara. Eg veit, at ein orsøk til, at hon fer júst nú og ikki bíðar til eftir summarferiuna, er, at hon heldur, at tann, sum verður skúlastjóri aftaná hana, skal hava møguleika at ráðleggja næsta skúlaár og ikki arbeiða eitt heilt ár eftir ætlan, sum hann ella hon ikki hevur havt sín leiklut í.

- Tað eru summir dagar í lívinum, sum vit minnast serliga væl. Karin er komin á eitt vegamót, nú hon fer undir eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, og lítið er at ivast í, at hesin dagurin er ein av teimum, sum brennir seg í minni hennara. Men eg eri eisini sannførdur um, at hon hevur eina langa røð av góðum skúladøgum, sum hon við gleði kann minnast aftur á, og tað eru sanniliga eisini nógvir næmingar, foreldur og lærarar, sum fara at minnast aftur á teg, Karin, sum skúlastjóra við virðing, gleði og takksemi.

- At vera stjóri í einum skúla er at bjóða nýggjum næmingum og nýggjum starvsfólkum vælkomnum, og tað er eisini at siga næmingum og starvsfólkum farvæl, tá tey gevast. Lívið í skúlanum er ein streymur av fólki sum kemur, og ein streymur av fólki sum fer. Tað er so hugaligt at siga góðan dag við nýggju næmingarnar, sum so spentir koma í fyrsta flokk, men tá teir eru lidnir í skúlanum, man tað vera við sorgblídni, at teimum verður sagt farvæl. Og hetta sama er galdandi fyri starvsfólk, tá tey koma í starv ella fara úr starvi.

- Kollafjørður kom uppí Tórshavnar kommunu 1. januar 2001, og við samanleggingini kom skúlin so eisini undir umsitingina í kommununi. Hóast kommunan ikki varðar av leiðslu og lærarum í skúlanum, kann ikki sigast annað enn, at samstarvið við Kollafjarðar skúla er gott, og har liggur parturin hjá Karini ikki eftir. Hon er altíð blíð og fyrikomandi og ger sítt til at finna góðar loysnir.

- Havi hugt í meginreglurnar hjá Kollafjarðar skúla, sum eg fann á heimasíðuni hjá skúlanum, og har síggi eg, at undirvísingarhugtakið verður lýst í breiðum týdningi við tað, at dentur verður lagdur á, at undirvísing stendur fyri øllum tí, sum fer fram í skúlanum, tí alt er við til at skapa næmingunum teir møguleikar fyri at læra, ið skúlin skal skapa.

- Tað er hugaligt at vita, at skúlin við Karini á odda leggur seg eftir, at skapa næmingunum góðar læringskarmar, og at undirvísing ikki bara fer fram í skemaløgdu tímunum, men í so at siga øllum virksemi skúlans. Henda sannroynd gevur næmingunum fleiri læringsmøguleikar og eisini møguleikar at mennast á fleiri ymsum økjum.

- Sera áhugavert er eisini, at í meginreglum skúlans stendur, at stundir skulu vera til arbeiðis, og stundir skulu vera til spæl. Aftur her vísir skúlin, at hann hugsar um heildina. Menniskjað hevur tað best, trívist og mennist, tá pláss er fyri bæði arbeiði og spæli, og tá dentur verður lagdur á at menna okkara førleikar bæði í arbeiði og spæli. Vit hava øll tørv á at kobla úr í løtum og gera okkurt annað.

- At enda, Karin, fari eg at takka tær fyri gott samstarv og ynskja tær og manninum Kajfinni góðan byr, nú tit fara undir eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.