Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári Svensson í Stephanssons Húsi

Fríggjadagin 29. november kl. 16.00 verður fernisering við Kára Svensson í Stephanssons húsi á Kongabrúnni. Framsýningin verður opin hvønn dag frá kl. 16.30 til 18.00 fram til 13. desember

Kári Svensson er millum ættarliðið av føroyskum listafólkum, hvørs listarliga grundarlag er føroyska landslagið, sum hann í sínum listaverkum meira og minni abstraherar frá, tó hómast landslagið oftast í bakgrundini.

Myndevnið hjá Kára Svensson er bygdin, fjøllini, bergið, hugbirtingar, náttúrulýsingar, og ofta eru bæði fólk og fuglar við í myndunum.

Hann er altíð á veg, men rør aftur á gomul mið fyri so at fara víðari. Litvalið er skiftandi, bæði jarðlitir yvir í teir gyltu og sterku litirnar.