Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári Post sum motorbølli

Dan Klein --- 02.08.2017 - 08:33

Gamlar Perlur: Hondina á hjartað. Her er Kári Post á Honda-motorsúkklu sínari. Hetta er neyvan fyrstu ferð Kári P. Højgaard luftar dýrið, men helst fyrstu ferð, at almenningurin sær mannin á hissiga dýrinum.

Oyggjatíðindi 23. mai 2008.

Tey flestu minnast tá Oyggjatíðindi kundi avdúka, at Kári Post hevði keypt sær motorsúkkluna fyri at koyra ókeypis gjøgnum tunnlarnar.

Hann hevði tá eisini keypt sær gamla motorsúkklu og ein gamlan hjálm.

Tað fyrsta Kári P. Højgaard, gjørdi, var at siga við konuna, at hann fór oman í kiosk Vár at keypa Oyggjatíðindi, at vita hvat hann nú hevði gjørt av ónollum.

Men í staðin fyri drønaði hann í gjøgnum Norðoyatunnilin, sum smádrongurin við nýggju leikuni.

Tá Kári alt sítt lív hevur arbeitt hjá Postverkinum, var einki meira náttúrligt enn at hann fór inn á lokalu postdeildina í Klaksvík, at tosa við gamlar samstarvsfelagar, reypa eitt sindur, og so bara heim aftur til konuna.

Hann fekk trupulleikar, tí tá hann skuldi hava hjálmin av, fekk Kári trupulleikar.

Hjálmurin vildi ikki av høvdinum. Har stóð hann so á posthúsinum í Klaksvík og tosaði við fólk við gevirinum uppi.

Orsøkin til standin var, at hjálmurin Kári hevði ognað sær var nakað trongur at fáa niðurum høvdið, so Kári Post gav lost, og setti kreftirnar í fyri at fáa hjálmin niðurum.

Trupulleikin hjá honum var, at høvdið var hovnað so mikið, at hjálmurin vildi ikki av, og tí mátti løgtingsmaðurin til jarnsmið, sum - er okkum fortalt, rendi høvdið á Kára niður í eina tunnu av feitti. Tá gleið høvdið betur.

- Hatta kundi eg eisini fortalt tær, segði konan, tá Kári var turrur fyri hugskotum.

Men leygardagin var Kári P. Højgaard í Kollafirði - innboðin at luttaka tá nýggi bjargingarbáturin, LÍV varð handaður.

Kári hevði í huganum ta ferðina Oyggjatíðindi skrivaði um klaksvíkstúrin og hjálmin, sum ikki vildi av.

Hann spurdi um blaðið ikki hevði áhuga at síggja motorsúkkluna, sum hevði havt hann við til Kollafirðar.

Tað var eisini okkurt yvir Kára hendan dagin. Hann var í leður frá topp til tá. Hann líktist í hvussu so er einum vælútgjørdum masukisti, og manglaði í veruleikanum bara koyrilin.

Men so komu vit til motorsúkkluna. Vit bóðu Kára seta seg á súkkluna, og eisini lata seg í hjálmin, tí eina mynd av honum máttu vit hava.

Kári fekk tað hann vildi, og blaðið fekk sínar myndir.

90 ára føðingardagurin

Men dagin fyri, fríggjadagin 16. mai, møttu vit Kára Post í Kiosk Vár í Saltangará. Løgtingsmaðurin var á gosi. Í hondini hevði hann eitt av hesum takkarkortunum, fólk plaga at fáa til serligar dagar.

- Hví tivar og rennur tú so, er fanin eftir tær?

- Nei, tað er verri enn so. Hygg her, sigur Kári, og vísur okkum tekstin inni í takkarkortinum við føroyska merkinum uttaná.

Har stendur:

Hjartaliga tillukku við hjúnarbandsdegnum.

Hvat er galið við hasum, spyrja vit...

Tivandi, sigur Kári P. Højgaard.

- Hvat er galið?

- Tað skal eg so væl siga tær. Farbróður fyllir 90 ár, og hevur næstan verið giftur líka leingi, og børnini, ja, tey fáa fólkapensjón, sigur Kári, og spyr um tað ikki er pínligt at møta upp til farbróðurin á 90 ára degnum við kortinum lukkuynskjum við hjúnarbandsdegnum.

- Eg hugsaði bara um at fáa eitt kort, sum lýsti tjóðskap, tí farbróður er loysingar- og fullveldismaður, men eg hevði ikki varnast tekstin.

Hvat gjørdu tú so?

Eg fekk eitt nýtt kort.

Var føroyska merkið á?

- Nei.

Hvat var so myndin á kortinum?

Eg veit ikki. Blomstur, haldi eg, sigði Kári.

Opiumsplanta!?

Kári koyrdi í hvussu so er sum ein bølli leygardagin.