
Kári P. Højgaard, tingmaður, munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinnu
Viðvíkjandi Grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.
Spurningur:
1.Heldur landstýriskvinnan, at árliga játtanin á fíggjarlógini 100.000 krónur er nøktandi.
2.Um nei, fer landstýriskvinnan at taka stig til, at fáa hesa upphædd hækkaða til áleið 500 tús., sum mett verður at árligi tørvurin er.
Viðmerkingar:
Í hjálagdari grein á Vágaportalinum og Suðurrás, 27. oktober 2011, sigur Jóhan Dahl táverandi landsstýrismaður í vinnumálum m.a. um stuðulin til óarbeiðsførir fiskimenn, sum frammanundan varð skerdur.
Sitat: Tað er politiskt avgjørt, at henda játtan skal aftur á fíggjarlógina fyri 2012 umframt at eykajáttan skal fáast til vega fyri inniverandi ár uppá 300 túsund krónur. Hetta tóku Løgmaður, Høgni Hoydal, Aksel Johannesen, Poul Michelsen og Jørgen Niclasen undir við at fremja.
Seinast í greinini sigur landsstýrismaðurin: "Hetta verður skrivað fyri at burturbeina einhvønn iva um hesa játtan og hvat er avtalað henni viðvíkjandi og lyftini halda vit." Sitat endað.
Tvey løgtingsval hava verið síðan, men allir teir nevndu politikararnir, eru framvegis í fremstu røð og hava politiskt vald. Tí er tað mín vón, at hesin fyrispurningur saman við stóru upphæddini, ið nú verður tikin inn í tilfeingisgjaldi kann viðvirka til, at fáa rætta ein skeivleika, so møguleikin at veita óarbeiðsførum fiskimonnum eina rímiliga stuðulsupphædd til jólahátíðina kann varðveitast.
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður