Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári og havnin í Havn

Herfyri var Kári Mikkelsen "neutralur" viðmerkjari í sjónvarpssendingini "Heðin og Havnin" hjá Jan Lamhauge um og ímóti mær sum borgarstjóra. Hvussu neutralur Kári Mikkelsen er, sæst best, nú hann í Sosialinum 13. januar kemur við einum longum, persónligum álopi á meg.
 
Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um Tórshavnar havn, har hann avdúkar eina totalt vantandi fatan av, hvørjum stórur partur av havnarfólki livir av. Eisini er hann komin alt ov seint inn í viðgerðina av hesum máli, tí sokallaðu "bíligari" loysnirnar, hann grevur fram, eru langtsíðan afturvístar sum ónýtiligar og ov kostnaðarmiklar.
 
Høvuðsargumentið móti havnarútbyggingini er nú reduserað til, hvussu nógv av Nólsoynni sæst úr Sandágerði. Sandágerð er serstakt umhvørvi, eingin ivi er um tað. Her spæla børnini, her eru summarsólstøður – og her fara vit í grind. Men útbyggingin broytir einki av hesum. Møguliga broytist útsýnið til Nólsoynna nakað, men Nólsoyggin sæst betur í fullari longd úr so mongum øðrum støðum í Havnini.
 
Hevði hesin hugsunarháttur verið gamal í Føroyum, so var Skansin aldri bygdur, tí hann møguliga tók útsýni frá onkrum. Og so var onki bygt í Tórshavnar havn yvirhøvur, hvørki Bacalao ella Skipasmiðjan, fyri ikki at dálka "mest teknaða útsýni í landinum".
 
Ein niðurstøða hjá Kára er, at eg renni ørindi fyri "kapitaláhugamálini". Møguliga so, men eg havi eisini áhugamál í, at 700 familjur í Havn framhaldandi fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Tørvurin á arbeiðsplássum økist, men samstundis er menningin við at steðga upp, tí vit ikki eru sloppin at byggja út. 
 
Og eg veit ikki, hvat hesi túsundtals fólk halda um argumentini hjá Kára, men tey liva altso av hesum, ið Kári kallar "fjøll av marglittum og ósjarmerandi bingjum" frá Eimskip, FaroShip, Smyril Line og øðrum.
 
Eg veit ikki, um tað hjálpir Kára nakað, men eftir útbyggingina av havnini verða hesar bingjurnar fluttar longur burtur frá býnum, so kanska hann sleppur undan at síggja búmerkini hjá "kapitaláhugamálunum".
 
Tíbetur hava verkafeløgini, sum umboða hesi mongu, sum liva av Tórshavnar havn beinleiðis ella óbeinleiðis, valt at standa saman við býráðnum um eina sterka og framtíðartryggjaða havn í høvuðsstaðnum. Og hóast kreftirnar eru sterkar at toga alt úr Havnini, so fáa vit nú tryggjað og økt um arbeiðsplássini til felags gagn.

Annars skal Kári hava tøkk fyri rós um eina vælstýrda Havn.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri