Kári Johannesen á Skála: Hatta er korruptión
Runavíkar kommuna, setti í fjør kommunuskrivstovuna á Skála til sølu. Fleiri høvdu áhuga – m.a. væntaði Kári Johannesen, at fáa húsini. Hann hevði hægsta boð uppá kr 400.000,00, men tað skuldi vísa seg, at býráðslimurin í Runavík, Hans Jákup Johannesen, fekk húsini, tó at hann bara hevði boðið kr. 170.000,00.
Kári Johannesen, sigur, at býráðslimurin slapp undirhonds at bjóða einaferð aftrat. Ongin annar fekk tann møguleikan.Øll tilboðini skuldu vera inni 1. Mars 2011, men ein meiriluti í Runavíkar kommunu, loyvdi samstarvsfelagnum, at lata eitt boð inn aftrat. Tað gjørdi býráðslimurin so 11. Oktober 2011.
Bara ein býráðslimur, mótmælti mannagongdini. Tað var Karl Rasmussen.
Hesaferð bjóðaði hann kr. 440.000,00.
Hatta er onki annað enn kommunukorruptión, sigur Kári Johannesen, sum eisini fekk steðgað søluni. Málið er nevniliga meldað til kommunala eftirlitið, sum hevur kravt øll skjøl í málinum.
Oyggjatíðindi hevur meira um hesa gøluna í blaðnum fríggjadagin.