Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KAPPING UM MIÐBÝIN: VINNARIN FUNNIN

Næmingar á íverksetarabreytini í Nám X vunnu skúlakappingina um miðbýin í Havn. Vinnararnir skjóta upp at byggja Pier Tórshavn: eina bátahavn við eitt nú auditorium til fyrilestrar, høli til konsertir, kondittaríi og kaffistovu.

Lógvabrestirnir rungaðu í Mullers Pakkhúsi, tá besta hugskotið at menna miðbýin í Havn varð avdúkað fyri løtu síðani. Lagið var gott, tá Teitur Sigvardsen, Fríði Slættalíð, Petur S. Thomsen, Linda Fosaa og Inga Maria Hansen fingu at vita, at dómararnir høvdu kosið teirra uppskot at verða vinnandi hugskotið. Vinningurin er 15.000,-.

Ein dómsnevnd hevur seinastu vikurnar hugt ikki færri enn 79 uppskot ígjøgnum, sum øll komu inn til skúlakappingina. Í grundgeving sínari sigur dómsnevndin millum annað soleiðis um vinnandi uppskotið:

- Tit vísa sera gott hugflog og megna at síggja møguleikar at skapa lív í miðbýnum í eini størri heild. Uppskotið leggur upp til at gera ein bygning við auditorium til millum annað konsertir, kondittarí, barr, dansihøli og mat- og kaffistovu.

Uppskotsstillararnir prógva skapandi evnir út yvir tað vanliga og duga sera væl at lýsa hugskotið við eini vakrari plansju, “flyers” og einum litføgrum modelli.

Víðari sigur dómsnevndin, at hon er sannførd um, at:

- Her kann verða talan um ein ella fleiri komandi arkitektar. Uppskotið er eisini sermerkt á tann hátt, at tað ikki ger seg inn á verandi støð í miðbýnum, men brýtur upp úr nýggjum við at byggja seg út á vánna.

Onnur virðisløn verður latin Rana Petersen, Karini R. Joensen, Unn Danielsen, Barbaru Saxov og Jónu Djurhuus frá Nám X í Havn. Næmingarnir skjóta upp at gera Handilskjarnan til tilhaldsstað fyri ung og at gera glastekju frá Steinatúni og oman til Tinghúsvøllin.