Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Við at stoypa SL inn í eitt alment partafelag, ber ikki til hjá fjølmiðlunum, at fáa alment innlit, og harvið avdúka skeivleikar.

Kapping skal elva til effektivari og rationellari rakstur

Møguleikin at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni skal lata upp fyri kapping og einum meiri effektivum og rationellum rakstri, ið skal koma brúkarum til góðar

Hósdagin 8. mai samtykti Løgtingið broytingaruppskot til lóg um fólka- og farmaflutning.

Lógarbroytingin inniber, at forboðið móti útveiting av farleiðum nú verður strikað.

Treytin fyri útveiting av sjóvegis farleiðunum er, at tær kunnu bert útveitast, um tað er til fyrimuns fyri farleiðirnar fíggjarliga og tænastuliga, og harvið eisini fyri brúkaran.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sær stórar fyrimunir í, at lógarbroytingin letur upp fyri kapping á samferðsluøkinum, tí hetta kann bera í sær ein meiri effektivan og rationellan rakstur.

Landsstýrismaðurin leggur dent týdningin av at gera eitt gott útgreiningararbeiði av ymsu farleiðunum, áðrenn farið verður undir eina útbjóðingartilgongd.

Vinnumálaráðið fer í næstum undir skipaðu tilgongdina, har ið farleiðir, tænastustøði, eftirlit, viðlíkahald, prísir og onnur viðkomandi viðurskifti verða gjølla viðgjørd. Við støði í hesum útgreiningararbeiði ber til at taka avgerð um, hvørjar farleiðir eru egnaðar til útveiting.

Umframt at fylgja almennu reglunum um útveiting, sum skulu tryggja eina einsháttaða og gjøgnumskygda tilgongd, vil landsstýrismaðurin soleiðis veita trygd fyri, at møguligar útveitingar verða væl skipaðar og gjølla kannaðar, áðrenn nakað verður sett í verk.

“Tænastur verða bara útveittar, um tað eftir innheinting av tilboðum, vísir seg, at aðrir veitarar kunnu veita eina eins góða ella betri tænastu fyri ein bíligari prís, enn Strandferðslan megnar í dag,” sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl.