Kapping í einkultstarti
Komandi sunnudag, sunnudagin 10. juni, skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri kapping í einkultstarti. Kappast verður í 30 km einkultstarti, og teinurin, ið koyrdur verður, er tann sokallaði FM teinurin. Leiðin gongur frá Plantusøluni við Hvítanesvegin í Havn, til Kaldbak, og so aftur á mál við Plantusøluna.
Tá kappast verður í einkultstarti verður kappast móti klokkuni. Ein og ein súkklari fer avstað við 1 minutti millum hvønn súkklara. Onki er avgjørt fyrr enn alt er avgjørt, og vinnarin ikki funnin fyrr enn allir súkklarar eru komnir á mál.
Ein heldur kanska at vinnarin er funnin á hálvari leið, men nógv kann henda á heimvegnum, og onkur súkklari kann saktans hava spart uppá ”krútið” á veg út til vendipunktið, fyri á tann hátt at goyma nakað av kreftunum til drúgvu brekkuna við Sandvíkahjalla og við Hvítanes. Hinvegin er tað meira enn so hent, at onkur hevur brúkt ov nógvar kreftir út, og tí ikki megnar at halda ætlaðu meðalferðina heim aftur.
Favorittur at vinna sunnudagin er Guðmundur Joensen, ið herfyri slóð eitt átta ára gamalt met. Guðmundur er í góðari venjing nú, og tað verður tú helst hann, ið fer við sigrinum. Bestu tíð á júst hesum teini eigur Gunnar Dahl-Olsen, og skal Guðmundur seta met á hesum teini eisini, ja so skal hann koyra teir 30 km uppá 42 minuttir og 30 sekundir.
Kappingin byrjar kl. 13 sunnudagin, og tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá TSF, ið er www.tsf.fo
Har ber eisini til at lesa um stóru súkklukappingina Effo Kring Føroyar, ið byrjar um fríggjadagin 20. juli.
Kappingin sunnudagin er fyri unglingar og vaksin, kvinnur og menn.