Kapitalkrøvini til føroyskar peningastovnar skulu kannast nærri
Danska váðaráðið hevur fingið tilmæli frá Føroya Váðaráði um markvirði fyri SIFI bankar í Føroyum.
Við støði í hesum setur danska váðaráðið nú í verk eina greining av kapitalkrøvum í Føroyum í samstarvi við Føroya váðaráð. Limir í føroyska váðaráðnum vóru við á fundinum í danska váðaráðnum.
SIFI stendur fyri Systemically Important Financial Institution, og SIFI peningastovnar eru undir strangari eftirliti enn aðrir peningastovnar. Í dag eru SIFI peningastovnarnir í Føroyum Betri Banki, Bank Nordik og Norðoya Sparikassi.