Kanska onkur ætlar sær til Runavíkar ella Toftir
Alt málið um innkomuvegir í sambandi við Eysturoyartunnilin hevur fingið eina margháttliga snaring.
Nú tykist tað, sum eystari armur á Skálafjørðinum er vorðin ein stór forðing
fyri verkætlanini.
Tað tykist, sum ætlanin ongantíð hevur verið at knýta sunnara part av
Eysturoynni í høvuðsstaðarøkið, men at skipa eina beinleiðis farleið gjøgnum
óbygt øki úr Havn, eystur um Gøtueiði og til Klaksvíkar/Norðoyggjar. Tað kemur
ongum til hugs, at onkur møguliga bara ætlar sær úr Havn og
inn á Skálafjørðin. Ella av Skálafjørðinum til Havnar.
Nei, nú er ein tunnil úr Gøtudali og inn Millum Fjarða knappliga nærum ein
fortreyt fyri, at Eysturoyartunnilin yvirhøvur skal spreingjast ígjøgnum. Bygda
økið á eystara armi á Skálafjørðinum er í so máta bara ein keðilig barriera,
sum øll ferðsla fyri Guds skyld má leiðast uttanum.
Vil bara stillisliga minna á, at orsøkin til, at verkætlanin við
Eysturoyartunlinum yvirhøvur kom í stropa, var eitt privat initiativ á eystara
armi á Skálafjørðinum, hvørs einasta endamál var at knýta økið Rúnavík-Toftir í
høvuðsstaðin.
Loyvi mær eisini stillisliga at vænta, at sørri helmingurin av ferðsluni í
Eysturoyartunlinum nettupp verður ímillum økið Runavík-Toftir og Havnina.
Tí verður ein innkomuvegur í Runavík eisini alneyðugur, sama um tunnilin
til Gøtudals verður gjørdur – og hann skal eisini gerast einaferð. Um
innkomuvegirnar havi eg fleiri ferðir gjørt mína støðu greiða á tingi:
Einsháttaðar støður skulu hava somu viðferð, og tað merkir, at skal landið
borga fyri innkomuvegi í einum tunnilsenda, so má tað sama vera galdandi í
hinum endanum.
Ingolf S. Olsen
Løgtingsmaður, Tjóðveldi