Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanningin hjá Sjúrði

Ár eftir ár hava fullveldispolitikarar greitt frá, hvussu tyngjandi Føroyar eru fyri danskar skattgjaldarar, og nú hevur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í einari kanning staðfest, at politiski boðskapurin hevur givið úrslit, staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur almannakunngjørt úrslitið av einari kanning, har ið 1.000 danskarar eru spurdir, hvat ið teir vita um Føroyar.

Uttan iva ein áhugaverd kanning, sum fólk kunnu gera sær tankar um.

Kanningar eru søtmeti fyri fjølmiðlar, og teir hava sum vera man borið tíðindi frá kanningini.

Serliga er fokus á, at danskarar halda Ríkisveitingina vera nógv størri, enn hon í veruleikanum er. Ella sagt á ein annan hátt: danskarar halda, at Føroyar eru tyngjandi fyri danskar skattgjaldarar, hóast veruleikin er ein annar.

Hetta úrslitið er áhugavert, og tað vísir í grundini, at missiónin hjá fullveldispolitikarum hevur eydnast.

Ár eftir ár hava fullveldispolitikarar greitt umheiminum - herundir danskarum og ikki minst fólkatingspolitikarum - frá, hvussu Føroyar tyngja Ríkiskassan. Øll minnast rossatárini um vaskikonurnar á Vesturbúgv.

Boðskapurin er breiddur út, hóast tølini vísa júst tað øvugta. Í ár, til dømis, telur Ríkisveitingin til Føroya 0,6 promill av almennu donsku útreiðslunum. Veruliga myndin man vera , at Føroyar viga tungt í samlaða roknistykkinum og eru ein inntøka fyri samlaða ríkið.

Hvørji eru so tey, ið hava og framvegis útbreiða boðskapin fyri danskarum um teir dýru føroyingarnar?

Millum nøvnini teljast Sjúrður Skaale sjálvur og gomlu partamenn hansara úr Tjóðveldisflokkinum.

Framvegis hoyrist hesin boðskapur av fólkatingsins røðarapalli, tá ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi útleggur tekstin.

Ja, soleiðis ber til við kanningum at máta effektina av politikkinum hjá sær sjálvum.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin