Kanningarstovurnar eru merktar av Corona tilbúgving
Kanningarstovurnar eru opnar sum vanligt, men virksemið er merkt av Corona tilbúgving.
Fyri at minka um smittutrýsti millum starvsfólk, arbeiða vit nú í skiftum, soleiðis at okkara týdningarmesta kanningarvirksemi viðvíkjandi Corona virus, fiskasjúkum og útflutningi kann halda fram ótarnað.
Vit heita tí á viðskiftarar at bíða við kanningum sum ikki eru átroðkandi.
Viðskiftarar eru vælkomnir at ringja til ein av deildarleiðarunum:
Jógvan Páll Fjallsbak, Mikrobiologisk deild, fartelefon 556490
Rikke B. Larsen, Kemisk deild, fartelefon 556465.