Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanning av endurskoðanarfreistum í barnaverndarmálum

Umboðsmaðurin hevur kannað, um barnaverndartænasturnar hildu freistirnar í barnaverndarmálum, sum skuldu endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini í tíðarskeiðinum 2014-2016/17.

Kanningin vísti, at tað alt ov ofta kom fyri, at endurskoðanarfreistirnar ikki vórðu hildnar, og vóru orsøkirnar til hetta ymiskar.

Umboðsmaðurin vísti á, at hetta als ikki er nøktandi við atlitinum at tryggja rættindini hjá foreldrum og børnum í barnaverndarmálum. Umboðsmaðurin bað barnaverndartænasturnar og kommunurnar seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar. (LUM 16/00111)

Frágreiðingin kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f16-00111-fragreiding-um-endurskodanarfreistum-i-barnaverndarmalum.pdf