
Kanning av Eik, og Taks
Taks hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at kannað Taks í samband við nógv umrødda skattamálið hjá Eik. Orsøkina sigur Taks verða, at tryggja at álitið á Taks framhaldandi verður gott.
Samstundis sigur Taks, at teir eru vísir í at avgerðin teir hava tikið er røtt.
Vit staðfesta, at orsøkin til kanningina er at fáa staðfest og almannakunngjørt at skattamálið hjá Eik er rætt viðgjørt og somuleiðis at avgerðin Taks júst hevur tikið er tann rætta.
Tí undrar tað stórliga, at Løgmaður mikudagin í munnligum fyrispurningi á Løgtingi svaraði, at tað ikki var nakar trupulleiki við gegni hjá Kristinu Háfoss. Harumframt kom púra greitt fram, at Løgmaður als ikki hevur innlit í hetta mál. Tað er møguliga væl skiljandi, men tað er møguliga orsøkin til at Løgmaður fer so lætt um hetta mál.
Kristina Háfoss hevur arbeitt hjá Tryggingarsamtakinum sum juridiskur rágevi. Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum lesa vit m.a. hetta um hvar Kristina Háfoss hevur arbeitt: Deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum (2007-2011), og løgfrøðiligur og búskaparfrøðiligur ráðgevi (2011-2015).
Tryggingarfelagið er eitt holding felag, sum ongi starvsfólk hevur. Bert ein nevnd og ein stjóri. Eitt skifti vóru tveir stjórar. Felagið, har alt vald alla tíðina hevur ligið er Tryggingarfelagið Føroyar. Av tí sama hevur alt arbeiði hjá TF Holding altíð verið gjørt í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í samband við skattamálið hjá Eik hava vit alment hoyrt, at Deloitte í samband við keypi av Eik Banka hevur víst á ein møguligan skattafrádrátt. Somuleiðis vita vit, at á fyrsta fundi í Eik, við luttøku av umboðum frá Tryggingarfelagnum/TF Holding, noktaðu bæði umboðini hjá TF Holding (nøvn á teimum eru óviðkomandi) at kunngerða roknskapin fyri 4 ársfj. 2010. Tað var tann, har skattafrádrátturin ikki var íroknaður. Somuleiðis vita vit, at frádrátturin bleiv nevndur í ársroknskapinum fyri 2011, sum bleiv gjørdur 1 ársfj. 2012.
Út frá hesum kunnu vit staðfesta, at tað er púra óhugsandi, at skattafrádrátturin ikki hevur verið umrøddur í TF samtakinum og í Tryggingarsambandi Føroya, har Kristina Háfoss var deildarleiðari fram til Løgtingsvalið í 2011. Løgtingsvalið var 29 oktober 2011.
Link frá ÍSF tann 31/3-2011, aftaná at avtala er undirskriva um at TF yvirtekur av Eik
Somuleiðis havi eg tosað við onkran ovarlaga í systeminum. Viðkomandi var samdur í at Krisina Háfoss var íblanda keypi av Eik. Viðkomandi meinti, at tað var skeivt at Kristina Háfoss stó fyri kanning av skattamálinum hjá Eik.
Tað er Taks sum skal kannast. Tað er rímuliga óhugsandi at niðurstøðan verður broytt.
Samstundis er nakað sum bendur á, at orsøkin til at niðurstøðan gjørdist at Eik skuldi gjalda, men slapp undan at gjalda sekt er, at trupult er at prógva um fyrsti feilurin er við vilja ella bara er ein feilur. Umframt at onnur í líknandi støðu ivaleyst eru sloppin undan at gjalda sekt. Hetta er ikki soleiðis, sum vit lesa bókstavin i lógum og reglum annars. Men hetta er ivaleyst gomul praxis og tað skal sjálvandi ikki broytast, tí at nú er møguleikin at áleggja stóra sekt á eitt ríkt felag.
Fyri at venda aftur til byrjanina. Ein kanning skal gerast fyri at fólkið í Føroyum skal varveita álitið á Taks.
Tað kann tí tykjast undarligt at Landstýriskvinnan, sum hevur sitið rundan um borið, tá ætlanin um at fáa frádrátt fyri nakað, sum Kristina Háfoss væl veit, als ikki er goldið fyri, skal fáast úr Landskassanum, nú skal kannað um Taks gjørdi rætt.
Vit eru væl ávegis at gerast eitt korrupt land. Vit hava ein fíggjarmálaráðharra, sum als ikki skilur at ógegni hevur nakað við álit at gera. Ynski at ráða líka mikið hvat og hvussu er størri enn vit og skil og umhugsni fyri álitið borgarans á Taks er óviðkomandi.
Vit hava ein løgmann, sum hóast hann er eftirlitsmynduleiki, ikki tímur at seta seg inn í eitt mál, men góðtekur eitt svar frá einum innhabilum fíggjarmálaráðharra, sum fær egnar embætismenn at siga at hon IKKI er ógegnið, tí hon sigur, at hon einki hevur havt við málið at gera.
Republikkin nærkast. Men tað gera bananirnar eisini.
Eivind Jacobsen
strendur