Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kannaður av politisti, sum hann meldaði fyri lógarbrot

Eldri brellbitar: Integriteturin og objektiviteturin  innanfyri løgreglu og dómsvald í Føroyum, má sigast at vera eitt nummar fyri seg. Eftirlit er so at siga heldur onki. Nú hendi tað so aftur.

Grein úr Oyggjatíðindi 1. november 2013

Í tríggjar dagar hevur ákæruvaldið ført sak í móti persóni in absentia.

Kanningararbeiði er  m.a. gjørt av persóni, sum er meldaður av manninum, hann kannar. Men er hetta ein einligur svali?

Fyri skjótt nógvum árum síðani – í 1992/93, bleiv blaðstjórin á Oyggjatíðindum, rættarsøktur av ákæruvaldinum, tí at ein navngivin persónur, sum váttaði síni egnu úttalilsir í blaðnum, hevði úttalað seg um táverandi sorinskrivaran, Joen H. Andreassen, sum valdi at fara eftir boðberanum, heldur enn at fara eftir manninum, sum átti orðini.

Dómarin noktaði, at hann var inhabilur og tí gott helt, at hann kundi døma í aðrari sak í móti blaðstjóranum. Og soleiðis bleiv tað eisini. Hetta skuldi eisini vísa seg at vera regulin, heldur enn undantøkini. Eftir sum sami maðurin, til sama blað, hevði  úttalað seg nekativt um fútaembætið, so helt Mogens Nepper-Christensen, fúti,  seg hava fullan rætt til at smugla eitt falskt prógv inn í sakina fyri at rættvísgera seg sjálvan við dómi hjá øðrum.

Hendan sakin kundi í sjálvum sær, ikki fáa blaðstjóran í fongsul. Men í neyðini eru góð ráð dýr. Ákæruvaldið dragsaði Global-dómin í móti blaðstjóranum undan vaðingini, og legði hann undir, og so bar til at fongsla blaðstjóran fyri úttalilsini hjá øðrum persóni.

Keine hexerei...

Sjálvt um Global-dómurin í veruleikanum var ógildaður, so bleiv dómurin veruleiki.  Orsøkin var einføld.

Blaðstjórin varð í Global-gøluni, dømdur fyri at skriva, at eginpeningurin í Global-skipunum var fiktivur, og tá Global-menn brúktu hesa støðuna til skattligar fyrimunir, hevði skattavaldið roynt at melda Global  til ákæruvaldið, sum bara noktaði at gera nakað við málið, men helt seg heldur ikki aftur í at verja Global-støðuna.

Trupulleikin við hesum gjørdist, at Global-menninir vórðu tvingaðir í rættin, at gera eina semju við Skattavaldið um, at teir skuldu betala skatt av fiktiva eginpeninginum, sum teir høvdu fingið sær skattligar fyrimunir av.

Tað var hendan støðan, sum gjørdi, at dómurin í móti blaðstjóranum ikki var galdandi, tí avtalan millum Global-fólkini og Skattavaldið, prógvaði, at eginpeningurin var fiktivur, og at teir seku høvdu gjørt avtalu um hetta, og tí var fongsulsdómurin í móti blaðstjóranum eisini ólógligur, og teir dómarnir, sum komu raplandi aftaná vóru sostatt líka ólógligir.

Ætlanin var ongantíð at fara eftir persóninum, sum hevði úttala seg til Oyggjatíðindi. Strategiin var og er, at fremja pressusensur fyri at steðga blaðstjóra og blað, og tað riggaði, og riggar enn.

Nakað aftaná hendir tað sama. Tá var tað ein advokatur, sum hevur forfylgt blaðnum í ártíggir, ið helt, at hann átti sama rætt sum dómarin, at fara eftir blaðstjóranum, sjálvt um navngivin persónur aftur hevði úttalað seg  nekativt; hesaferð um advokatin.

Og soleiðis bleiv hesin advokaturin borin á laurberum av rættarskipanini, har umfatandi sparring hevur verið millum hesar partar.

Í tríggjar dagar hevur ákæruvaldið nú ført sak í móti manni in absentia, tí maðurin var ikki møttur. Talan er um Jóannes í Dali, sum løgreglan hevur havt “gott eyga” á í fleiri ár. Maðurin hevur meldað fleiri álvarsmál, sum løgreglan ikki hevur viljað gjørt nakað við. Í staðin hevur løgreglan lagt seg eftir, at forfylgja manninum.

Tá hann so einaferð var til avhoyring, endaði tað galið, avhoyringin bleiv av ongum, men maðurin bleiv seinni ákærdur fyri  at vísa løgregluni fucking-fingurin, men til alla lukku hevði hann videofilmað seansuna,  og kundi prógvað í rættinum, at løggan onga orsøk hevði at koma við skuldsetingini.

Tað var Jens Hansen  Jensen, kriminalpolitistur, sum stóð fyri fucking-ákæruni. Sama persón, hevur Jóannes í Dali, meldað fyri narkorelateraði  rokkara-viðurskiftir, uttan at tað kortini hevur verið gjørt nakað við hetta.  Jóannes í Dali, hevur síðani verið dragsaður gjøgnum rættarskipanina, og sat varðhaldsfongslaður í tríggjar mánaðir. Skuldsetingin var, at hann var potentiellur bumbumaður.

Hetta mál datt sundur, men undir kanningini, húsarannsóknum, og avhoyringum av Jóannes í Dali, sat sami Jens Jensen, kriminalpolitistur, á fyrstu parkett, og slapp, sum slíkur, at lita ákæruritið í mót manninum, sum hevði meldað hann.

Tá ið Dan Klein, blaðstjóri, var til avhoyringar 7. Oktober 2013 í samband við revsimálið í móti Jóannes í Dali, sum hevur koyrt í rættinum hesa vikuna, stóð sami Jens Jensen, kriminalpolitistur, fyri avhoyringini.

Blaðstjórin gjørdi vart við, at hann helt tað vera undarligt, at vera avhoyrdur í samband við Jóannes í Dali, av manni, sum Jóannes  hevði meldað fyri lógarbrot. Jens Jensen, kriminalpolitistur, helt eisini, at tað kundi virkað løgið, men vardi seg við, at hann var settur á sakina av hægri myndugleika, og so legði hann aftrat, at tað skuldi betri persónur til fyri at fella hann enn Jóannes í Dali.

Sama dag, sendir fútin meldið av Jens Jensen, víðari til ríkisadvokatin við boðum um, at taka sær av hesum málinum, tá fútaembætið metti seg inhabilt.

Men sami stovnurin hevur brúkt Jens Jensen, sum sentralan persón í jakstranini av Jóannes í Dali, sum meldaði politistin, ið haraftrat hevur staðið fyri parti av kanningararbeiðinum, at fella hann í rættinum hesa vikuna. 

Tað hjálpir neyvan at senda eitt meld til ríkisadvokatin, samstundis sum fútin letur eyguni aftur fyri, at kanningararbeiði m.a. verður gjørt av persóni, sum er meldaður av manninum, hann kannar. 

Fútin hevur ikki verið objektivur í hesum málinum, og man eisini hava “meget ondt i integriteten” .