Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanna makrelgýting í 2013

Næsta ár verður aftur farið at kanna gýting hjá makreli, og í hesum sambandi luttók Havstovan í farnu viku á eini altjóða verkstovu í Hollandi, har endamálið er at læra at kanna og kenna makrelegg. Triðja hvørt ár verða kanningar gjørdar av gýtingini hjá makreli, har endamálið er at kanna alt gýtingarøkið alt gýtingartíðarskeiðið. Hetta eru sjálvandi sera umfatandi kanningar, har fleiri lond luttaka.

Kanningarnar er samskipaðar av ICES og úrslitini verða brúkt í stovnsmetingini av makreli. Makrelur ferðast víða gjøgnum árið. Um summarið er hann um okkara leiðir, vestan fyri og norðan fyri í Norska havinum og leitar eftir føði. Seint um veturin og tíðliga um várið leitar hann til gýtingarøkið fyri at gýta, og tá gýtingin er liðug, fer hann aftur til føðiøkið. Makrelur gýtir í einum sera stórum øki. Høvðusgýtingarøkið er vestan fyri Írland, men samlaða øki røkkur heilt frá Suður-Portugal til Føroyar, og gýtingin gongur fyri seg í eitt langt tíðarskeið frá februar til juli.

Føroyar vóru við á fyrsta sinni í hesum kanningunum í 2010, tá Havstovan luttók við Magnusi Heinasyni í tvær vikur síðst í mai. Úrslitini tá vístu, at makrelur gýtti í føroyskum sjógvi, tó at nøgdirnar vóru lítlar. Ætlanin er, at Havstovan skal vera við í kanningunum aftur komandi ár á sama hátt sum seinast, við Magnusi Heinasyni.