Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kanna fígging av stórum bústaðarøkjum

Í gjár byrjaði fakligi parturin av vitjanini hjá umboðum fyri Tórshavnar kommunu í Keypmannahavn, tá borgarstjórin, fíggjarnevndin, kommunustjórin og onnur umboð fyri umsitingina vitjaðu Frank Jensen, yvirborgarstjóra í danska høvuðsstaðnum.

Frank Jensen tók ímóti saman við tveimum embætisfólkum frá fíggjar- og býarskipanardeildini hjá Keypmannahavnar kommunu. Serligur áhugi var hjá føroyska ferðalagnum at hoyra, hvussu kommunan hevur raðfest bústaðabygging heilt fram til 2050, serliga við atliti at, hvussu henda ómetaliga stóra útbygging verður fíggjað.

Keypmannahavn fer at vaksa nógv næstu árini og neyvar raðfestingar eru gjørdar langt fram í tíð. Serligur áhugi var fyri, hvussu kommunan fíggjar alt risaarbeiðið við klárgerð av túsundtals grundøkjum til almenna íbúðabygging. Hetta fingu gestirnir neyva frágreiðing um.

Frank Jensen var blíður og fekk eisini aftaná stundir at heilsa uppá føroysku fyrireikararnar av Frigg-Festivalinum, sum fingu greitt frá mentanarliga týdninginum av hesum stóra afturvendandi átaki.