Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kann vera ein avbjóðing fyri yvirlitstrolingarnar, at Magnus Heinason er eitt gamalt skip

Magnus Heinason eitt gamalt skip, og stórur tørvur er á einum nýggjum skipi. Í skiftistíðini kann hetta vera ein avbjóðing fyri yvirlitstrolingarnar, tí tað nýggja skipið hevur aðrar eginleikar enn tað gamla, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, m.a. í svarinum til Kára P. Højgaard, tingmann, ið setti fyrispurning um kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1. Heldur landsstýrismaðurin, at árligu yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni geva eina sanna mynd av veruligu støðuni hjá botnfiskastovnunum.

2. Er tað rætt, at framleiðslan av Steinhamn-lemmunum, ið verða nýttir, steðgaðu í 1981? 

3. Er tað sama slag av útgerð, trol, millumstykki, posi, meskastødd og tráðtjúgd, ið nýtt er øll árini.

4. Verða ljóðroyndir tiknar regluliga og hvat vísa tær.

5. Eru nakrar royndir gjørdar til samanlíkningar, har havrannsóknarskipið togar eftir somu trolstøðum, samstundis sum ein av teimum smáu vinnuligu trolbátunum.

6. Um nei, hevur Havstovan ætlanir um at gera slíka roynd.

Innleiðandi svar:

Yvirlitstrolingar eru skipaðir troltúrar, har endamálið er at fylgja við broytingum frá einum ári til annað av fiski í einum ávísum øki. Orsøkin til, at slíkar yvirlitstrolingar verða gjørdar, er, at vinnuligur fiskiskapur broytist alla tíðina, tá tað veldst um t.d. skip, útgerð og mannagongdir. Vanliga gerst vinnuligur fiskiskapur meira effektivur við tíðini, og tí er ein økjandi mongd av fiski per troltíma ella í mun til húkar ikki uttan víðari eitt mát fyri eina økta nøgd av fiski í havinum. Tó at vinnuligi fiskiskapurin sigur nakað um nøgd av fiski, so er eisini tørvur á yvirlitstrolingum, har veiðitólið og mannagongdir eru broytt so lítið sum gjørligt við árunum.

Í einari yvirlitstroling er ikki avgerandi at fáa so nógvan fisk sum gjørligt, men heldur, at øll árini kunnu samanberast beinleiðis við hvørt annað. 

Tá stovnsmetingar verða gjørdar, verður tann vinnuliga veiðan brúkt saman við úrslitum frá yvirlitstrolingum.

Svar til einstøku spurningarnar:

Til nr. 1. 
Magnus Heinason ger ikki bert eina, men tvær yvirlitstrolingar um árið. Onnur er í mars, tá 100 trolstøðir á landgrunninum og 29 á Føroya Banka verða tiknar, og hin er í august, tá 200 trolstøðir á landgrunninum og 29 á Føroya Banka verða tiknar. Úrslitini fyri t.d. tosk eru í góðum samsvari við aðrar skipabólkar, so sum línuskip og partrolarar. Hetta sæst í tilfarinum, sum á hvørjum ári fylgir við tilmælinum frá Havstovuni um botnfiskiskap við Føroyar.

Yvirlitstrolingarnar í mars og august samsvara sera væl við hvørja aðra, og tær samsvara eisini sera væl við fiskiskapin. Sum dømi kann nevnast, at tað er 93% samsvar millum nøgd av 3 ára gomlum smáfiski, sum Magnus Heinason hevur fingið í august á føroyska landgrunninum, og tað samlaða talið, sum er fiskað av sama árgangi av toski gjøgnum lívið. Harvið kann ein taka vísitalið hjá Magnusi Heinason fyri 3 ára gamlan tosk eitt ávíst ár, og falda tað við einum ávísum tali (í hesum føri umleið 3000) og fáa eitt gott boð uppá, hvussu stórt tal verður fiskað av hesum árgangi tey komandi átta árini. Hetta samsvarið er ein sterk ábending um eina álítandi yvirlitstroling.

Til nr. 2.
Steinham lemmarnir fóru úr framleiðslu einaferð í nítiárunum. Lemmarnir hjá Magnusi Heinason eru spesialframleiddir eftir sama máti, hvørja ferð teir eru skiftir. Harvið er sama slag av lemmum brúkt øll árini, og er tí ikki ein feilkelda í yvirlitstrolingunum.

Til nr. 3.
Trolið er broytt smávegis fyri at lætta um arbeiðsgongdina uttan at ávirka veiðievnini. Skrúvan á Magnus Heinason er umvæld regluliga fyri at varðveita hana so nær upprunasniðinum sum møguligt.

Til nr. 4.
Nei, ljóðroyndir verða ikki gjørdar regluliga. Ljóðroyndir eru tøkniliga krevjandi, og eru ikki mettar at vera neyðugar, tí lítlar ella ongar broytingar eru gjørdar við skipinum ella útgerð og mannagongdum annars. 

Til nr. 5.
Nei, slíkar royndir eru ikki gjørdar. Men yvirlitstrolingarnar verða samanbornar við nøgdina, sum aðrir skipabólkar, til dømis línuskip og partrolarar, fáa á føroyska landgrunninum. 

Til nr. 6.
Havstovan hevur ongar ætlanir um slíkar royndir. Orsøkin er í høvuðsheitum, at um ein trolbátur hevði fingið munandi meira av fiski á somu tóvum sum Magnus Heinason eitt ávíst ár, so hevði tað ongar eyka upplýsingar givið um støðuna við botnfiski, tí veiðan hjá trolbátinum kundi ikki samanberast við nakað. At samanbera veiðina hjá trolbátinum beinleiðis við veiðina hjá Magnus Heinason hevði verið skeivt, tí munurin í veiðievnum hjá Magnus Heinason og trolbátinum hevði verið ókendur. 

Skuldi ein slík roynd givið meining, skuldi trolbáturin luttikið í nógv ár, soleiðis at úrslitini hjá honum kundu samanberast við, hvat hann hevði fingið onnur ár. Peningurin til hesa kostnaðarmiklu roynd kundi verið brúktur meira skilagott, millum annað við at lata Magnus Heinason taka fleiri trolstøðir.** Svar uppá viðmerkingarnar hjá spyrjaranum:

Viðmerkingarnar leggja upp til, at yvirlitstrolingarnar geva eina misvísandi og/ella skeiklaða mynd av støðuni í botnfiskinum við Føroyar, tí Magnus Heinason skal eitast at vera ófiskiligur. Svarið frammanundan hevur roynt at greitt frá, at yvirlitstrolingarnar á føroyska landgrunninum tvørturímóti geva eina sera góða mynd av støðuni í botnfiskinum. 

Endamálið við yvirlitstrolingunum er ikki at fáa so nógvan fisk sum gjørligt, men at fáa álítandi upplýsingar um broytingar í nøgd av fiski frá einum ári til annað. Viðmerkjast skal, at umframt eitt mát fyri stovnsstødd tey seinastu árini verða veiðihagtøl brúkt í stovnsmetingunum. Fyri tosk og hýsu eru yvirlitstrolingarnar hjá Magnus Heinason brúktar sum eitt mát fyri stovnsstødd, meðan fyri upsa er veiða upp á roynd hjá partrolarum brúkt.

Sum heild er eingin ivi um, at støðan hjá toski og hýsu á føroyska landgrunninum hevur verið søguliga vánalig seinastu umleið tíggju árini, samanborið við støðuna alla 20. øld.

Sum nevnt í fyrispurninginum, so er Magnus Heinason eitt gamalt skip, og stórur tørvur er á einum nýggjum skipi. Í skiftistíðini kann hetta vera ein avbjóðing fyri yvirlitstrolingarnar, tí tað nýggja skipið hevur aðrar eginleikar enn tað gamla. Best hevði verið, at bæði skipini gjørdu samanberandi royndir, soleiðis at møguligir munir millum skipini kundu staðfestast.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður