Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kann senda rokning, men hevur ikki møguleikan at krevja peningin inn

Dan Klein --- 14.06.2017 - 07:15

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, setir fyrispurningur eftir eftir Tingskipanini § 52a

Eftir galdandi reglum kann kommunan, sum skilst. Senda rokning, men hevur ikki møguleikan at krevja peningin inn frá sethúsaeigarunum, búsitandi í aðrari kommunu.

Fyrispurningur um kunngerðina um frárensluvatn, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at t.d. sjálvstøðugar útoyggjakommunur við nøkrum fáum skattaborgarum skulu bera alla kostnaðin av at fáa húsini íbundin eina góðkenda kloakkskipan fyri at lúka almennu treytirnar í kunngerðini um spillvatnsætlan? 
2. Er møguleiki fyri, at landið luttekur ella stuðlar fíggjarliga kommununum, ið hava omanfyri nevndu avbjóðingar?
3. Hvørji stig fer almenni landsmyndugleikin at taka fyri at geva kommununum møguleika at krevja íløgupeningin innaftur frá avbygdarfólki fyri útreiðslur, ið standast av verkætlanini?

Viðmerkingar:
Til spurning 1: Her verður serliga hugsa um kommunur, har stórur partur av húsunum verða nýtt sum frítíðarhús, og eigararnir eru borgarar í aðrari kommunu.

Í 2009 kom kunngerðin um frárensluvatn í gildi.

Kunngerðin álegði øllum kommununum at gera frárensluvatnsætlan. Arbeiðið skuldi vera liðugt í 2015.

Bert 4 av 30 kommunum hildu hesa tíðarætlan.

Fleiri kommunur seta ikki árstal á, nær teirra viðurskifti endaliga eru komin í rættlag. Ein kommuna sigur, at tey koma á mál 2028.

Ymiskt man vera, hvussu stór fíggjarligu avbjóðingin er hjá teimum ymisku kommununum at fremja hesa verkætlan. Serliga krevjandi tykist uppgávan at vera hjá smáu og fólkafátæku útoyg-gjakommununum. Talan er um milliónaupphædd fyri at lúka kravið um góðkenda spillivatnsætlan, har hvørt hús í bygdini er íbundið. Um størri parturin av húsunum er frítíðarhús og eigararnir eru avbygdarfólk, búsitandi í aðrari kommunu, skulu tey fáu fólkini, sum eftir eru á oynni, rinda allan kostnaðin fyri íløguna.

Eftir galdandi reglum kann kommunan, sum skilst. Senda rokning, men hevur ikki møguleikan at krevja peningin inn frá sethúsaeigarunum, búsitandi í aðrari kommunu.

Á Løgtingi, tann 13. juni 2017

Kári P. Højgaard