Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kann hvørki skiljast ella góðtakast

2. jan. sendi lækni mín boð til Landssjúkrahúsið um at kanna meg fyri hjartatrupulleikar. Tá ongin reaktión frá Landssjúkrahúsinum fyrilá fyri viku síðani, ringdi eg hagar og fekk tá at vita, at eg var uppskrivaður til kanningar einaferð í mai mðr.

Fyri tað fyrsta, so er tað óskiljandi, at Landssjúkrahúsið ikki - av sínum eintingum - sendur sjúklingunum skriv ella fyribilsskriv, ið váttar móttøku av skrivi frá læknanum og viðmerkir nær innleggingin kann roknast við at verða framd, soleiðis at sjúklingarnir kunnu føla seg tryggar og róligar og kunnu leggja neyðugar ætlanir.

Fyri tað næsta, so hevur tað serliga stóran týdning fyri gomul og ósjálvhjálpin á samskiftisumráðnum , at tey skulu bíða í mánaðavís uttan orð ella eið um, nær tey sleppa til kanningar.

Kanska eisini og serliga um sjúkueyðkennini herðast og skjótari kanning og viðgerð gerst neyðug. Hvat so?

Núverandi praksis kann ikki góðtakast og kann lætt broytast. Tað er bert ein spurningur um (góðan) vilja.

Eitt standard postkort, har meginparturin er skrivaður frammanundan kann fjølritast har krossar kunnu setast við: at læknaskrivið er móttikið, at væntast kann við at kanningin verður - og at nærri boð verða givin. Síðan navn og adr. hjá sjúklingi og annars undirskrivt.

Vónandi verður samskifti soleiðis broytt og betra millum sjúklingarnar og Landssjúkrahúsið uttan at neyðugt verður at biðja um hjálp úr erva.

Dagfinnur Danbjørg