Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kampingtreff við grilltiltaki í Æðuvík

Umleið 25 campingvognar luttóku á kamping- og grilltiltakinum í Æðuvík um hvítusunnuna. Høgni Davidsen rekur kampingøkið, og hann frøðist um at áhugin fyri tiltakinum var so stórur. Stutt gekk frá tí at tiltakið varð lýst til at tað var fullteknað.

- Hann nevnir at tey vóru sera heppin við veðrinum og tað var eisini við til at seta sín dám á dagarnar. Tey vitjandi vóru sera jalig um umstøður og tiltakið. Nógvar broytingar hava verið gjørdar á økinum ta seinasta árið.

Kampingøkið hevur nú allar hentleikar og er tvífalt so stórt, sum tað var í fjør.

Høgni greiðir frá at tey longu hava fingið fyrispurningar um nær næsta grilltiltak verður. Hann vónar at hettar verður eitt afturvendandi tiltak, sum kann vera aftur næstu hvítusunnu. Myndafrásøgn er á www.faroecamping.dk

Kelda: www.runavik.fo