Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KAMPINGØKIÐ YVIRI VIÐ STROND VERÐUR DAGFØRT

Tórshavnar kommuna arbeiðir stútt og støðugt fyri at betra um ferðavinnuna í býnum. Nógvir kampingvognar, bæði úr Føroyum og útlandinum, vitja í høvuðsstaðnum um summarið, og kampingplássið Yviri við Strond verður nú loksins dagført.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð einmælt samtykt at játta útivið tríggjar milliónir krónur, sum skulu brúkast til at tíðarhóska økið.

Kommunan hevur fyrr kannað møguleikan at skipa kampingpláss á øðrum staði, men henda íløgan hevði verið so stór, at tað verður ikki farið undir slíka verkætlan fyribils.

Kampingplássið Yviri við Strond hevur nú sløk 33 ár á baki. Hóast ábøtur eru framdar hesi árini, hava umstøðurnar sum heild ikki verið tíðarhóskandi. Umvælingar verða nú framdar, so tænastan til tey vitjandi verður munandi betri.