![](/myndir/myndin-15493_r_705_0.jpg)
Kalpana Vijayavarathan vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
Hvat er ein góður lærari? Hendan spurningin hevur Mentamálaráðið nýliga sett fram í einum stuttfilmi í sambandi við ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarum í Føroyum.
Tíðindi:
Fríggjadagin 17 november kom Kalpana Vijayavarathan við áhugaverdum íkøstum til at svara hesum spurningi á økinum, sum hon hevur granskað farnu 3 árini.
Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini. Her vóru serliga familja og vinir, starvsfelagar frá Námsvísindadeildini og øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi starvsfelagar og lærarar ymsa staðni frá. Tey upplivdu eina drúgva og gjølliga verju, sum í eins stóran mun var ein faklig samrøða sum ein próvtøka.
Les meira: