Kalibrerað ekkólodd
Magnus Heinason lá týsdagin á Skálafjørðinum fyri at fáa vísindaligu ekkóloddini stillaði til silda- og svartkjaftakanningarnar í vár.
Metingar av m.a. silda- og svartkjaftastovnum verða gjørdar við ekkókanningum. Ljóð frá ekkóloddinum verða kastað aftur frá fiskinum. Tíðin, tað tekur ljóðinum at verða kastað aftur, sigur, hvussu djúpt fiskurin svimur. Styrkin á afturljóðinum sigur, hvat slag tað kann vera og hvussu nógv er til av hesum slagnum. Á ekkókanningartúrum verður javnan trolað, so at fiskaslag og -stødd kunnu verða staðfest.
Fyri at tryggja, at kanningin verður gjørd so nágreiniliga sum møguligt, verður ekkóstyrkin stillað ella kalibrerað, eftir einum luti við kendari afturljóðstyrki.
Í praksis verður tað gjørt soleiðis, at ein koparkúla verður lorað niður undir kjølin, so ekkóloddið "sær" hana. Av tí, at ein veit hvat afturljóðið frá einari tílíkari kúlu eigur at vera, kann ekkóloddið kalibrerast, so at tað gevur røtt tøl.
Magnus Heinason fer seinni í vikuni á svartkjaftakanning sunnanfyri. Kanningin verður skipað undir ICES og gjørd saman við havrannsóknarskipum úr Noregi, Russlandi, Niðurlondum og Írlandi.