Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo

Nú fór Kaj Leo Holm Johannesen frá sum løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum. 

Eg teljist ikki millum hansara partamenn. 

Hóast tað harmar tað meg almikið, at hann fekk so gráa tøkk fyri tað megnararbeiði, hann hevur gjørt fyri land okkara. 

Tað hann gjørdi saman við Jákupi Vestergaard, er eitt bragd: at fara í víggj við europeiska samveldið – og vinna! Sjálvandi var Jákup óførur, men uttan ein mann sum Kaj Leo við stýrisvøl hevði hann verið heilt maktarleysur. 

Harumframt hevur Kaj Leo tikið higartil óhoyrd stig í uttanríkispolitikki. Hann fór til Moskva og helt fund við umboð fyri russisku stjórnina uttan at nakar frá danska uttanríkismálaráðnum var við.

Greitt er, at hetta er nakað, sum donsku embætismenninir ikki vilja lata sær lynda. Teir eru máttmiklir, og teir duga at knúlva niður alla mótstøðu. Nú var ein, sum hevði uppiborið at verða revsaður fyri at seta føroysk áhugamál fram um donsk. Teir fóru til verka, og tað var ikki við mýkindum. Teir høvdu tað hepni, at ein teirra skuldi skriva eina frágreiðing um nakað, sum var farið fram í løgtingi og landsstýri. Har var lætt at koma við einum setningi, sum kundi fella hendan føroyska uppreistrarmann. Tað gekk sum eftir lunni hjá donsku embætismonnunum at fáa hentar býttlingar í Føroyum at hjálpa sær í hesum skitna verki. Nú kom so endaúrslitið: donsku embætismenninir og ráðharrar teirra fingu henda stríðsmann fyri føroysk áhugamál riknan niður og norð.

Rómurin er stórur á Kristiansborg, men vit, sum ynskja at okkum skal gangast væl, hava alla orsøk til at harmast, at hetta slysálop eydnaðist. 

Tað er vert at minna á, at Kaj Leo umboðar fyrimyndarliga tað, sum Fríðrikur próstur hevði í huga, tá hann gav flokkinum navnið Sambandsflokkurin. Fríðrikur var studentur úr Reykjavík, og hann visti hvat orðið samband merkir: at partar eru saman, men at teir hvør í sínum lagi hava sjálvstýri. Men tíverri vil hin parturin ikki at vit skulu sleppa at hava tað sjálvstýri, vit hava rætt til, og tá Kaj Leo royndi at halda upp á okkara rætt, varð hann feldur.

Men at hann sum undangongumaður fer at verða nevndur við hávirðing í søgu okkara, er lítið at ivast í.

Zakarias Wang