Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo Holm Johannesen vitjar Suðuroyar sjúkrahús

Fríggjadagin vitjaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Suðuroya sjúkrahús. 

Hetta er í sambandi við, at landsstýrismaðurin, sum nýliga er settur við heilsumálum, hevur vitjað stovnarnar undir ráðnum.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið á stovninum, sum er ein vælútgjørdur stovnur við millum annað somatiskari deild, skurðdeild, pínuklinikk, rannsóknarstovu og røntgen. 

Harafturat varð kunnað um kommunulæknabygningin og annað virksemi.